Fjølbroytt ólavsøka í byin.fo

Um ólavsøkuna bjóðar byin.fo eina heldur fjølbroytta skrá, tá ið Rex og Eclipse verða karmur um millum annað erotiskan dans, Dj-show og livandi føroyskan tónleik. 28. og 29. juli verða Dj Hampenberg og Crapman at síggja og hoyra í Eclipse, og tá verður eisini erotiskur dansur við dansarunum Bino og Rubia.

 

Hesi kvøldini verður tað Dj Cool, ið stendur fyri tónleikinum í Rex.

 

31. juli verður Dj Cool í Rex, tá ið byin.fo bjóðar føroyingum ókeypis inn til Dj.show.

 

1. august trína teir vælumtóktu Páll Finnur Páll á pall í Rex.