Fjølbroyttur føroyskur tónleikur í Keypmannahavn

Leygarkvøldið fara fleiri føroyskir tónleikarar á pall í danska høvuðsstaðnum. Klokkan níggju er tað Høgni Reistrup, ið fer á pall í Christianshavns Beboerhus. Aftan á hann eru tað The Dreams-brøðurnir, Heini Corfitz og Eirikur Andersen, sum fara at spæla country- og popptónleik.

 

Talan er um eitt stuðulstiltak í Christianshavn Beboerhus, sum er ókeypis. Umframt føroysku tónleikararnar fara ein rúgva av øðrum tónleikarum at spæla. Byrjað verður longu klokkan fýra leygardagin.

 

Seinni leygarkvøldið, klokkan 23, verður aftur føroyskur tónleikur á skránni. Hesaferð er staðið Føroyahúsið á Vesterbrogade, har hittinorðaðu rappararnir úr Swangah Dangah fara á pall, umframt at DJ Sugardaddy og Honeypie fara at diska.

 

Sostatt hava føroyar í Keypmannahavn høvi at uppliva ikki færri enn sjey ymsar tónleikarar nøvn framføra leygarkvøldið.

 

Beboerhus-plakat: Bárður Dal Christiansen

Swangah Dangah-plakat: Eyðun Müller Thomsen

 

Kelda: FO Invasion