Frits er eitt av hesum fólkunum, sum við sínum skaldsliga og listarliga anda hevur ríkað ikki bara okkara bygd, men alt landið við sínum evnum at vera til. Her er av sonnum eitt menniskja, sum við sínum tokka
til alt livandi og sínum fjálga humori hevur gjørt gerandisdagin lættari og litríkari hjá bæði stórum og smáum.
Tann 22. mai fyllir Frits Johannesen 60 ár, og hóast árini siga sum er, er hann enn líka spelkin sum fyri tjúgu árum síðan. Hvønn leygarmorgun er hann at síggja í svimjihylinum, har hann leggur pensjonistunum lag á og sjálvur svimur sínar obligatorisku tíggju longdir. Og fara vit oman í bygdina, so er Frits har sum ein
snælda, ið vindur dagsins fjølbroyttu litir upp á seg, ella, er veðrið til vildar, sæst hann í neystinum, har báturin stendur og bíðar og ynskir seg út á fjørðin at flóta.
Frits er føddur tann 22. mai 1944 í Fuglafirði, sonur Theodor Johannesen úr Fuglafirði og Johannu f, Anthoniussen úr Oyndarfirði. Hann er giftur við Alexandru f. Hansen úr Fuglafirði og eiga tey tveir synir: Theodor Erling og Jóhan. Frits tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1967 og hevur verið lærari
í Fuglafirði síðan tá.
Hann var á ársskeiði á DHL 1978-79, har hann serliga legði seg eftir at læra meira um tónleik og sang. Ì 2ooo-01 var hann aftur á ársskeiði, har málningalistin var høvðusfakið.
Frits hevur eisini roynt segt sum politikara; árini 1976 - 84 sat hann í Fuglafjarðar bygdaráð, bæði skeiðini sum varaborgarstjóri og seinna skeiðið eisini sum formaður í mentanarnevndini.
Annars er Frits virkin sum kórleiðari. Síðan 1980 hevur hann stjórnað Fuglafjarðar gentukóri, og síðan 1984 Fuglafjarðar sangkóri. Eisini hevur hann stjórnað Fuglafjarðar manskóri í mong ár.
Víða hevur hann ferðast við sínum kórum, og hevur serliga gentukórið verið væl móttikið, har tað hevur vitjað. Minnist serliga fagnaðin tað fekk á Noregsferðini í 85. Har varð sungið bæði í kirkjum og úti í guðs fríu nátturu; serliga tann frálíka konsertin í Trollhaugen var eitt upplivilsi, sum seint verður gloymt. Og ikki bara tað.
Har var so nógv annað. Sum altíð, tá ið Frits er við. Niðri í fjøruni varð sungið. Blikastilt var vatnið, meðan tónarnir hjá Grieg og Moe vundu seg upp millum trækrúnurnar og mestsum spældu sær í tí bjørtu summarnáttini.
Og so gongutúrarnir hetta sama árið, har Frits sum altíð var tað savnandi punktið. Skaldskapur og tónleikur og list vóru felagsnevnarin. Har vórðu yrkingar siteraðar og har vóðru sangir sungnir. Og í hesum norsku skógunum kendu vit okkum sum berarar av tí list og tí skaldskapi, sum átti ræsur so víðar, at vit fataðu tað ikki.
Eisini í Fuglafjarðar hornorkestri hevur Frits verið virkin, og var hann við til at stovna tað í 1969.
Men tað, sum hann serliga er kendur fyri, er sum listamálari. Í 1969 fekk hann í lag álningaframsýningina á Varmakeldu, og hevur hon verið fastur táttur øll árini síðani.
Og hevur hann sjálvur luttikið hvørja ferð. Eisini aðrastaðni hevur hann sýnt sínar málningar fram, bæði í Danmark, Noreg, Svøríki og Týsklandi. Seinast hann sýndi fram var í listaskálanum í apríl mánað í ár.
At Frits er fjølbroyttur í sínum virki, er einki yvir at dylja. Umframt tað, sum longu er nevnt, at hann er virkin innan tónleik og málningalist, er hann eisini vertskapsmaður av teim frægu. Og tær røður hann kann halda, sjálvandi uttan handrit, eru at meta sum besta undirhald, ein kann hugsa sær, og ofta eru tær eisini merktar av einum hugsandi og filosofiskum anda.
Av meira ítøkiligum úrslitum av hansara arbeiði kann nevnast, at hann hevur prýtt suðursíðuna á Mentanarhúsinum við einum stórum málningi, og vitjar ein skúlan í Fuglafirði, so síggjast allastaðni bíløt og høggmyndir, sum hann hevur gjørt saman við næmingunum.
Og so ikki at gloyma teir sangir, sum hann hevur yrkt og umsett, og sum hava verið sungnir av kórunum, hann hevur stjórnað. Serliga ein hevur sett seg fastan í minnið, tað er sangurin, hann hevur gjørt til Fuglafjørð og sum er so sera góður at syngja. Hann er yrktur til lagið: Der går en dans på Sunnanø.
Tá ið ein maður er so fjølbroyttur, sum Frits er, so er tað næstan sjálvsagt, at onkur sær virði í tí stóra arbeiði, hann ger. Og hevur hann eisini fingið viðurkenning fyri sítt arbeiði. Fyri nøkrum árum síðan fekk hann Mentanarvirðisløn landsins. Og tað er ikki ein og hvør, sum fær hana.
At enda fari eg at ynskja tær tillukku við teimum seksti og mong happadrúgv árini enn.
Alexandur Kristiansen