Fjálgið um fiskimannin

Jens Arni Thomassen
Sandavágur

Aftur hevði útvarpið eitt innslag um skattalættan til sjómenn. Miðvíst og systematiskt halda teir áfram við sínari hets móti nevnda skattalætta. Í kvøld vóru tað bygdaráðsformenninir í Hovi og Porkeri, sum høvdu úttalað seg um, at skattainntøkan var ikki hækkað, síðani skattafrádrátturin kom. Hetta var annars eitt av argumentunum fyri, at skattalættin kom.
Fyri fiskimenn, er tað ógvuliga hugstoytt, at almenni fjølmiðil okkara skal føra eina sovorðna hets móti nøkrum av landsins borgarum. Ofta verður tosað um hetta umborð á skipunum og annars tá ið fiskimenn møtast. Men tað liggur ikki til fiskimenn, at fara í fjølmiðlarnar at forsvara seg. Teir vilja helst passa seg sjálvar. Fiska so nógv sum møguligt. Royna at útnytta tíðina sum best, so teir kunnu breyðføða seg og síni.
Soleiðis var eisini undir kreppuni fyri 12 árum síðan. Tey almennu fóru 10% niður í løn og gramdu seg óført. Fiskimaðurin fór 50% og meira niður í løn í nógvum førum. Men ongantíð minnist eg tað vera nevnt í fjølmiðlunum. Hópurin av fiskimonnunum gjørdust arbeiðsleysir. Teir setust kortini ikki hendur í favn. Sjómenn er okkara besta og mest fleksiba arbeiðskraft. Í hópatali fóru menn uttanlanda at finna sær tjans við útlendskum skipum. Tá ið menn sóu, at teir fingu skattafyrimunir við at flyta eitt nú til Noregs, byrjaðu eisini fiskimenninir at flyta av landinum.
Nú er tað at fiskimannafrádrátturin kemur. Tey alment løntu góvu eitt ramaskríggj frá sær og hava havt ilt av hesum líka síðan. Útvarp Føroya hevur miðvíst ført eina hets móti hesum skattalættanum øll hesi árini. Síðstu tíðina hava teir bara verið enn meira ágangandi.
Tá ið fiskimaðurin setti lívið í váða umborð á sluppunum, lótu teir reiðarar, lærarar og aðrar lærdar menn, taka tær stóru avgerðirnar. Teir høvdu lær-dómin og dugdu helst best til slíkt. Hesir tryggjaðu seg og síni. Fingu fasta løn. Fiskimaðurin og familja hansara mátti svølta, um fiskiskapurin miseydnaðist. Tørvurin hjá fiskimanninum kom altíð í síðstu rekkju. Long tíð gekk, áðrenn fiskimaðurin fekk minstuløn.
Kanska sóu fólk niður á fiskimannin. Kundi tú ikki brúkast til annað, kundi tú altíð gerast fiskimaður. Men tað vóru eisini dúgligir menn við áræði, sum valdu sær fiskivinnuna sum lívsstarv. Menn, sum sóu sær møguleika at vinna pening. Og væl hevur hilnast hjá føroyska fiskimann-inum. Tann føroyski fiski-maðurin hevur bygt upp okkara vælferðarsamfelag. Tað hugsi eg, at allir føroyingar eru samdir um.
Sum árini eru farin, eru korini hjá sjómonnunum betraði munandi. Nøkur ár eru farin, síðan lønin hjá fiskimanninum er farin upp um føstu lønina hjá fastløntu akkademikarunum á landi. Tað eru nakrir, sum hava ógvuliga ilt av hesum. Duga kanska ikki at skilja, at ein vanligur fiskimaður fær meira í løn, enn ein sjálvur, sjálvt um viðkom-andi hevur 10 ? 15 ára hægri útbúgving. At fiskimaðurin hevur goldið stuðulin hann fekk í lestrartíð-ini, hevur hann langt síðani gloymt alt um. Nú ið fiski-maðurin fær skattalætta afturat, er ovboðið. Nú er tað ikki longur tann við besta lærdóminum, sum fær bestu lønirnar. Hetta er órættvíst. Hann arbeiðir fyri sakini. Brúkar allar snildir. Hann veit væl, at tann, sum rópar harðast, verður hoyrdur. Fær enn tá TV2 í Danmark at hjálpa sær, at berjast ímóti hesi órættvísini.
Fastløntu útvarpsmenninir hoyra upp í hesar akkademikararnar. Eg haldi tað var Kári P Højgård sum undir valsending seinasta vetur fekk spurningin: "HVUSSU LEINGI SKAL HENDAN ÓRÆTTVÍSIN HALDA ÁFRAM, AT FISKIMENN FÁA SKATTALÆTTA"? Eg haldi, at slík málbering er átalu verd. Slíkt hevur viðkomandi útvarpsmaður loyvi til at siga sum privatpersónur, men ikki sum alment løntur útvarpsmað-ur. Slíkt átti faktiskt at fingið fylgjur. Fiskimenn gjalda eisini útvarpsgjald. (Sjálvt um nógvir ikki hoyra útvarpið, tá ið teir eru til skips m. a. á Flemmis Cap og í Grønlandi). Annaðhvørt má útvarpið taka annað skinn um bak, ella mugu fiskimenn verða frítiknir fyri útvarpsgjald.
Tað er so mangt annað, sum útvarpið kundi tikið upp, viðvíkjandi korunum hjá fiskimanninum. Hvussu er støðan hjá fiskimanninum viðvíkjandi ALS? Fiskimaðurin letur sín stóra bróðurpart inn í skipanina. Men tað er ógvuliga trupult hjá fiskimanninum at fáa nakað útgjald haðani. Hvussu eru eftirlønarskipanirnar hjá fiskimonnunum? Har eru teir eftirbátar í ólukku mát. Ber tú eftirlønarviðurskiftini upp á mál við onkran akademikara, svara teir, at slíkan kleyvarskap mugu fiskimenn og fiskimannafelagi taka upp á sín egna kropp. Her er tann veika síðan hjá fiskimanninum. Teir duga ikki so væl við tølum, sum teir ið hava tikið 10 ? 15 ára hægri útbúgvingar. Fiskimaðurin hevur ikki fasta inntøku. Tá er tað ikki so lætt at seta seg fyri fasta útreiðslu um mánaðin, sum hjá teimum ið fastlønt eru.
Inntøkurnar hjá Hovs og Porkeris kommunum vóru ikki hækkaðar síðani fiskimannafrádrátturin kom. Niðurstøðan hjá útvarpsmanningini var sostatt: Enn eitt argument fyri at avtaka skattalættan til sjómenn. Álvaratos. Er logikkurin hjá útvarpsmanning okkara á so lágum støði? Kunnu tað ikki vera aðrar orsøkir?
EG HUGSI, AT EG KANN FORTELJA útvarpsmanning okkara, hví skattainntøkurnar frá fiskimonnum í nevndu komun-um ikki er hækkaðar. Orsøkin er helst, at tað eru færri fiskimenn. Tað unga fólkið fer ikki til skips longur. Far umborð á eitt føroyskt fiskiskip í dag. Tú sær ikki nógvar ungar menn. Miðal aldurin á føroyska fiskimanninum í dag man liggja um 40 ár. Fyri 30 árum og longur aftur, var miðalaldurin 20 ár. Onkuntíð kanska yngri enn tað. Hvussu verður støðan um 10 ? 20 ár? Eg eri bangin fyri, at hetta verður ein óheppin støða.
Eg hugsi at flestu foreldur mæla børnum sínum frá at velja sær sjógvin sum lívsstarv. Tað er ólíka lættari at vinna til lívsins uppihald, um tú hevur onkra holla útbúgving. Okkurt sovorðið sum samfelagsfrøðingur ella okkurt sovorðið. Tá sleppur tú at sita á einari fjálgari skrivstovu. Sleppur til jarðarferðir við løn. Hevur frí hvørt vikuskifti. Fær tín trygga náttarsvøvn hvørja nátt.
Fiskimaðurin má balast á havinum í stormi sum í logn. Ofta er tað óveður um okkara leiðir. Skipi rullar í óveðrið. Sjómaðurin má skora seg í koyggjuni fyri ikki at detta úr koyggjuni. Má á dekki í sjóroki og kavaroki at arbeiða. Sjómaðurin arbeiðir nátt sum dag. 12 ? 16 tímar hvønn dag, gerandis sum heilagt. Hugsa tær ein vanligur sjómaður, sum arbeiðir 12 tímar um dagin. Tað verða 360 tímar um mánaðin. Vinnur hann 40 túsund um mánaðin, er tímalønin 111 krónur. Hvør heimamaður arbeiðir fyri so lítla løn? Eisini má sjómaðurin vera burtur frá sínum kæru. Missir so nógv av øllum tí sum hendir heima. Alt hetta verður ov lítið virt.
Fyri 30 árum og longur aftur, var tann vanliga mannagongdin, at ungu dreingirnir fóru til skips eftir lokna skúlagongd. Tað munnu vera fáir føroyingar yvir 50 ár ídag, sum ikki hava verið ein túr til skips. Hetta er broytt í dag. Nú er tað bert hendinga ungur drongur, sum fer til skips. Sjálvandi vóru tíðirnar øðrvísi fyri 30 árum síðan. Tá vóru enn ótroyttir møguleikar. Vit áttu úrmælingar, sum valdu sær sjólívið sum lívsstarv. Ferð eftir ferð funnu teir nýggjar fiskileiðir og nýggjar fiskimøguleikar. Við verandi gongd fækkast talið av úrmælingum, sum velja sær sjógvin sum lívsstarv. Tað er spell. Vit hava brúk fyri hesum úrmælingunum í okkara høvuðsvinnu.
Fiskivinnan er høvuðs-vinna okkara. Hon hevur bygt upp okkara vælferðarsamfelag. Vit hava brúk fyri okkara besta fólki í fiski-vinnuni. Hava framvegis brúk fyri úrmælingum, sum kunnu bróta upp úr nýggjum og finna aðrar fiski-møguleikar. Vit mugu virða og fjálga um fiskimannin. Nú verður aftur tosað um kreppu. Soleiðis er hvørja ferð fiskivinnan er í einum aldudali. Løgið, at akademikararnir og samfelagsfrøðingarnir ikki finna út av, at betur tað gongur hjá fiskivinnuni, betur hava vit tað øll somul á Føroya landi. Tann besta loysnin má sjálvandi verða, at betra um korini hjá fiskimanninum. Fleiri góðar og ágrýtnar sjómenn vit eiga, betri hava vit tað øll somul á Føroya landi. Eisini samfelagsfrøðingarnir og útvarpsmenninir.