Nýsetta fjølmiðlanevndin hevði sín fyrsta arbeiðsfund í gjár. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevði boðið nevndini á ein innleiðandi fund, har sjøtul varð settur á arbeiðið.
Fjølmiðlanevndin fer alt fyri eitt at viðgera støðuna í miðlaheiminum. Til at greiða arbeiðssetningin skal nevndin skipa fyri, at avvarðandi partar í føroyska miðlaheiminum koma til orðanna og á henda hátt tryggja, at lýsingin av fjølmiðlastøðuni verður so neyv og fjølbroytt, sum til ber.
Landsstýriskvinnan vónar, at arbeiðið hjá nevndini kann vera grundarlagið undir eini tilgongd at finna fram til eina nýggja miðlasemju, har bæði almenni kringvarpsmiðilin og privatu miðlarnir fáa rúmd og sømilig kor at útinna sítt virksemi.
Arbeiðið skal vera liðugt um ólavsøkutíð.
Arbeiðssetningurin hjá fjølmiðlanevndini er at viðgera um kringvarpsbygnaðurin vera sum hann er, ella um aðrir møguleikar eru, sum betri stuðla upp undir Kringvarpið sum mentanarbera og public service-stovn.
Skal Kringvarpið t.d. umskipast til eitt alment partafelag e.l.?
Ein annar spurningur er, hvussu Kringvarpið kann fíggjast í framtíðini, samstundis sum vit á bestan hátt tryggja, at eitt úrval av privatum fjølmiðlum kunnu virka og halda ásetingar um góðan fjølmiðlasið?
Myndin er av fjølmiðlanevndini og frá vinstru standa Enna G. Mikkelsen, cand. mag., tíðindakvinna, Sigmund Poulsen, advokatur, Katrin D. Apol, cand. mag., Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Høgni Reistrup, cand. mag, skrivari, Alda Joensen, fulltrúi, samskipari, Martin Næs, deildarstjóri, formaður og Ina Hyttel Hammershaimb, cand. oecon.