Fjórða umfar er av

Klokkan 17.00. Rás2 sendir beinleiðis.

AB - B36 2-2 (1-1)

Dómari: Eiler Rasmusen

2. min: Róaldur Jacobsen roynir seg við skoti og bólturin kelar træverkið hjá AB.

8. min: AB hevur lagt seg á odda. Stig-Roar Søbstad stútar frálíka innleggi frá Mortan úr Hørg í netið.

16. min: Hjalgrim Elttør rakar stongina eftir at ein AB-leikari spældi hann leysan.

22. min: Kenneth Jacobsen fær gult kort fyri kjaftaslit.

23. min: Javnt! Eitt kanónskot og ein perla av einum langskoti frá Bárði Olsen. Bólturin sat dygst úti við stongina.

39. min: Fróði Clementsen fer skaddur av vøllinum og Oddmar Færø kemur í hansara stað.

44. min: Christian Restorff Mouritsen rakar stongina og tað er onnur ferðin í dystin, at B36 rakar stongina á Argjum.

45. min: Hálvleikur!

59. min: Seinni hálvleikur er ikki byrjaður heilt so væl sum fyrri.

69. min: Ein øgiligur brølari frá Aristide er orsøkin til, at B36 nú er á odda. Hann leggur bóltin beint fyri føturnar á Hjalgrím Elttør, sum taklar bóltin í kassan.

80. min: Tvey gul kort til B36 í somu støðu. Fyrst fær Símun Joensen gult kort fyri at forða dómaranum aftur til Meinhardt Joensen, fyri at geva honum gult kort fyri drál og so fær Meinhardt Joensen eisini gult kort.

81. Í tveimum umførum bjargar Tórður Thomsen royndum frá B36 og støðan er framvegis 1-2.

85. min: AB skorar! Eftir trunkaspæl fær Morten Overgaard bóltin í kassan, meðan Meinhardt Joensen liggur á vøllinum.

87. min: Klæmint Matras fær gult kort fyri eina eftirtakling móti Evrard Ble.

90. min: Liðugt! Tað endaði við javnleiki á Argjum, har tey sóu ein fínan fyrra hálvleik og minni góðan seinna hálvleik.

AB: Tórður Thomsen ? Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Morten Overgaard, Alex Mellemgaard ? Kenneth Jacobsen (Fabrice Arnessan, 60.), Nikolaj Eriksen, Evrard Ble, Gunnar Haraldsen, Dion Splidt ? Stig-Roar Søbstad.

B36: Meinhardt Joensen ? Johan Ellingsgaard, Dmitri Jankovic, Fróði Clementsen (Oddmar Færø, 39), Símun Joensen ? Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen (Magnus Olsen, 81.), Bárður Olsen, Klæmint Matras, Hjalgrím Elttør ? Christian Restorf Mouritsen.

 

Klokkan 14.45

FC Suðuroy - B68 3-1 (0-0)

Dómari: Petur Reinert

15. min: Framvegis málleyst nú eitt korter er spælt av dystinum.

35. min: Nakað óruddiligt spæl, har B68 hevur havt leikliga yvirvág. Bæði liðini hava havt onkran hendinga møguleika. Fín fótbóltslíkindir.

45. min: Hálvleikur. Tað hava verið kjansir báðar vegir, har FC Suðuroy hevur havt teir vandameiru, men tað er altso málleyst nú steðgur er.

57. min: Jón Krosslá hevur lagt heimaliðið á odda. Hetta hendir eftir fleiri stórar kjansir og eitt stórt trýst á B68-málið.

70. min: FC Suðuroy hevur økt um leiðsluna! Ein toftamaður var óheppin at leggja bóltin inn um egna verju, har Obi Charles var kvikur, fangaði bóltin og skoraði.

80. min: B68 hevur minkað um munin! Bólturin var lagdur aftur í vøllin frá baklinjuni og har megnaði Pól Jóhannus Justinussen at fáa bóltin í kassan.

83. min: FC Suðuroy hevur økt um leiðsluna! Eitt fríspark var lagt inn í brotsteigin har Obi temur bóltin, spælir Jón Krosslá og fær bóltin aftur, áðrenn hann skorar.

90. min: Dysturin er av og FC Suðuroy hevur vunnið ársins fyrsta sigur.

 

Klokkan 15.00

HB ? NSÍ 2-1 (0-0)

Dómari: Lars Müller

10. min: Fyrsta løtan hevur verið nokkso trilvandi, og liðini bæði stríðast um at fáa takið á dystinum.

20. min: Milan Kuljic gjørdist rættiliga leysur í brotsteiginum hjá NSÍ, men fær ikki reiðiligt skot á við sínum vinstra beini. Eisini Símun Samuelsen hevur roynt seg við skoti, meðan Heðin á Lakjuni hevur roynt seg fyri NSÍ.

42. min: Levi Hanssen fær gult kort fyri eitt fríspark og Jann Ingi Petersen fær somuleiðis gult kort, hetta fyri at brúka munn.

45. min: Hálvleikur! Ein lítið spennandi dystur higartil, har bæði liðini hava eitt rættiliga verjukent útgangsstøði.

59. min: HB hevur fingið vengurnar báðar, Símun Samuelsen og Rógva Poulsen, meira við í spælið og tað kemur væl við hjá HB.

73. min: Christian Høgni Jacobsen hevur lagt NSÍ á odda. Eftir eitt fínt álop við nógvum sendingum, verður bólturin lagdur inn fyri, har Símun Rógvi Hansen royndi at fanga bóltin. Hetta miseydnast og so fær Christian Høgni Jacobsen bóltin og skorar.

78. min: HB satsar og flytir Fróða Benjaminsen longur fram á vøllin. Hans á Lag er komin inn í miðverjuna.

80. min: Nú er høgri vongverji tikin út og framrættaði Hendrik Rubbeksen er komin inn.

86. min: NSÍ á sigurskós. Heðin á Lakjuni fær gult kort.

90. min: 1-1! Hendrik Rubbeksen hevur javnað fyri HB. Tór-Ingar Akselsen fær bóltin í brotsteiginum, ger eina skotfintu og smekkar til. Andras Gango bjargar, men Hendrik Rubbeksen fær fótin á bóltin hjá málverjanum og fær prikað hann inn.

90. min: Nú verður spælt í yvirtíðini.

90. min: Andrew av Fløtum hevur lagt HB á odda, sum harvið hevur stolið sigurin frá NSÍ í yvirtíðini!

90. min: Liðugt!

HB: Símun Rógvi Hansen ? Rógvi Holm (Hendrik Rubbeksen, 80.), Tórður Hreiðarsson, Fróði Benjaminsen, Pætur Jørgensen ? Símun Samuelsen, Kári Nielsen, Milan Kuljic (Tór-Ingar Akselsen, 70.), Levi Hanssen, Rógvi Poulsen ? Andrew av Fløtum.

NSÍ: Gango ? Jónhard Frederiksberg, Johan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar Hansen - Klæmint A. Olsen, Jústines Hansen, Jann Ingi Petersen (Ólavur í Ólavsstovu, 71.), Jann Martin Mortensen (Oddmar á Lakjuni, 84.), Heðin á Lakjuni ? Christian Høgni Jacobsen

 

ÍF - B71 1-1 (1-0)

Dómari: Páll Augustinisen

15. min: ÍF hevur havt fleiri stórar kjansir. Ofta hevur tað verið bóltar inn úr síðunum. B71 liggur langt afturi á vøllinum.

37. min: Framvegis málleyst í Fuglafirði. Kovacevic hjá B71 hevur skotið beint á Jákup Mikkelsen, men vardi fyri. Annars er tað ÍF, sum pressar B71 í dystinum, ið er merktur av lágari leikferð.

44. min: Mál! Rógvi Jacobsen hevur lagt ÍF á odda. Loksins eydnaðist tað ÍF at umseta eitt av mongu innleggunum til mál. Klaksvíkingurin stútaði eitt innlegg frá Áka Petersen í málið.

45. min: Hálvleikur í Fuglafirði har ÍF uppiborið er á odda.

47. min: Javnleikur! Símin Hansen javnaði beint eftir steðgin. Áleyparin smekkaði til úr 30 metrum og royndi málverjin hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, misti bóltin í netið.

63. min: Gult kort til Alexandur Jovevic.

80. min: Einki mál komið aftrat, men ÍF roynir at trýsta.

88. min: Framvegis javnleikur í Fuglafirði.

90. min: Liðugt! Tað endaði við javnleiki, men tað var um reppið, at ÍF fór við øllum, tí Rógvi Jacobsen rakti stongina seint í dystinum.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Høgni Zachariassen (Kaj Ennigarð, 78.), Poul Ennigarð, Jan Ellingsgaard ? Øssur Dalbúð (Nenad Saric, 82.), Fritleif í Lambanum (Dánjal á Lakjuni, 73.), Karl Løkin, Alexandur Jovevic, Andy Olsen ? Rógvi Jacobsen.

B71: Bárður Johannesen ? Rúni Joensen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Frits Eið ? Høgni Midjord, Madz Hentze (Jón Koytu Petersen, 90.), Marco Stanic, Mikkjal T. Hentze, Danilo Kovacevic ? Símin Hansen.