Eins og vanligt stendur Havnar Hornorkestur handan ljóðmyndini til setanina av ólavsøkuni, og aftur í ár er tað Tróndur Herason Olsen, ið skal stjórna orkestrinum.
Tróndur hevur nú nøkur ár á baki sum orkesturleiðari, og hetta verður fjórðu ferð, at hann stjórnar orkestrinum á ólavsøku.
Løgini, ið spæld verða, variera kanska eitt lítið sindur, men mannagongdin er tann sama ár um ár.
- Typiskt er tað marsjir, sum vit spæla, meðan vit ganga oman eftir býnum og oman á Vaglið. Tá vit eru komin oman, leggja vit út við ólavsøkukantatuni hjá Jógvan Waagstein, so verður tað sjálvandi tjóðsangurin eftir røðuna, og tá farið verður avstað aftur spæla vit Havnamarsjin hjá Eric Ball, sigur Tróndur.
Til stuttleika hevur hornorksestrið í ár valt at spæla Beer barrel Polka á veg oman aftur í orkesturhølini.
Sum vera man, hevur ólavsøkan nógv at siga fyri Havnar Hornorkestur.
- Ólavsøkan fyllir rættiliga nógv hjá okkum. Vit eru jú við til setanina, og so hava vit eisini eina rímiliga stóra konsert ólavsøkudag. Um tað mundið hendir kanska ikki so nógv aðrastaðni í býnum, so har plagar at vera fitt av fólki. Og tey eru frá so at siga allastaðni frá, útlendingar í hópatali, sigur Tróndur um konsertina, ið eftir ætlan verður á Vaglinum ólavsøkudag.
Hann leggur aftrat, at um veðrið ikki er til vildar, so verður konsertin flutt oman á plássið uttan fyri Perluna, har lívd er.
Nógvir av orkesturleikarunum búgva í útlondum, og tað setir sín dám á orkestrið, at tey koma heim á ólavsøku.
- Vit plaga at vera eini 30 blásarar, og ofta eru rættiliga nógvir útisetar við. Í ár haldi eg, at eini fimm ella seks útisetar koma heim at spæla, og tað setur dám á orkestrið. Tað fær eitt eyka sprell, tá tey koma heim.