Fjakkari heldur fram í HB

Hanus Thorleifsson og pf. Havnar Fótbóltur hava skrivað undir ein eitt ára sáttmála. Hanus hevur fyrr spælt við Skála og B36. Hann skifti til HB í 2009 og var eisini ein partur av HB liðnum, sum vann FM í fjør.

 

HB heimasíðan skrivar:

 

Ikki er tað bara á almenna arbeiðsmarknaðinum at sáttmálar verða undirskrivaðir fyri tíðina. Á bonaðu gólvunum í HB-húsinum er so avgjørt eisini hyperaktivitetur á hesum økinum.



Seinasta skotið á stammuni í so máta er, at fyri løtu síðan var eitt ára sáttmáli undirskrivaður millum Pf. Havnar Fótbólt og Hanus Thorleifsson. Við hesum verður snildi og vælgávaði allroundleikarin knýttur at felagnum fyri kappinarárið 2011.

Hanus var ikki við í fyrru hálvu av kappingini tí hann og Páll Mohr Joensen vóru og fjakkaðu. Afturkomin á klettarnar, fann hann tó skjótt skógvarnar framm aftur og royndist, hóast alt, sera hollur í ráðum. So væl gekkst at 21. FM-heitið felagsins gjørdist veruleiki.

Vit ynskja Hanusi og okkum øllum hjartalig