Nakað av fólki er komið saman í salinum í Kelduni, har Lisa Frederiksberg just hevur verið á palli. Lisa Frederiksberg og bólkur hennara løgdu bleytt fyri við eini hittparadu, av kendum kristiligum sangum. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva at lata ein festival upp, og hetta tyktist eisini at nerva framførsluna nakað.
Hevði Lisa havt líka stóra innlivingin í sangin, sum hon hevði í sínum vitnisburðum ímillum løgini, hevði talan verið um eina sera inniliga framførslu. Men tað var ikki fyrr enn hon kom til nøkur friðarlig løg móti endanum av framførsluni, at hon veruliga vísti innliving. Henda hvarv tó í stóran mun aftur, tá hon endaði við nøkrum rokkløgum.
Bólkurin var ikki av teimum bestu, og á nógvan hátt minti framførslan um eitt møti, har nøkur fólk við einum boðskapi fóru á pall fyri at bera henda boðskap fram, men hetta kundi verið gjørt meira sannførandi.