Vestmanna
Tað er Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF), ið stendur aftanfyri fjarðastevnuna, sum í vikuskiftinum verður hildin í Vestmanna.
Í starvsnevnd felagsins sita tríggjar kvinnur, sum eru Jóngerð Nielsen, forkvinna, Una Johansen, peningarøkil og Jórun Olsen, sum er skrivari.
Undir sær hevur felagið hondbóltsnevnd, róðrarnevnd, badmintonnevnd, bátastevnunevnd og stuðulsnevnd.
Stórt tiltak
Jóngerð Nielsen sigur, at fjarðastevnan, sum verður hildin í Vestmanna annað hvørt ár, er eitt stórt tiltak, og tað eru nógv fólk tilsamans, sum viðvirka til, at stevnan kann fara av bakkastokki.
Tað er eisini VÍF, sum stendur aftanfyri árliga bátafestivalin í Vestmanna, og eisini her er tað Jóngerð, sum saman við øðrum stendur við endan.
- Tað er stórur munur á at fyrireika og samskipa fjarðastevnu, sum byrjar longu hóskvøldið og so bátafestivalin, ið bara varar tann eina dagin.
Hon vísir á, at neyðugt er hjá teimum at fara tíðliga í gongd við alt, sum skal leigast til stevnuna, eitt nú tivoli og hoppiborgir, og eisini er neyðugt at finna sær tónleikabólkin í góðari tíð, sum skal spæla til dansin leygarkvøld.
- Neyðugt er eisini í hampiliga góðari tíð at finna fram til, hvørji tiltøk kunnu hugsast at verða á stevnuni, og síðan skulu hesi savnast í eini felags skrá fyri stevnudagarnar. Tey meira praktisku viðurskiftini koma vanliga upp á pláss í vikunum fyri stevnuna og í døgunum uppundir.
Forkvinnan sigur, at starvsnevnd, undirnevndir og onnur feløg í bygdini, sum eru við og hava tiltøk á eini slíkari stevnu, eru saman á fundum, sum síðan enda við, at ein felags skrá verður løgd.
- Tað ræður jú um at hava okkurt til øll, bæði til børn, tilkomin og eisini til tey eldru. Tað ræður eisini um at hava okkurt, sum ikki er so vanligt á øðrum stevnum. Men hetta er ikki so lætt, tí skráirnar kring um á stevnunum eru so stórar og fjølbroyttar. Tí er torført at finna tiltøk, sum hini ikki hava, og sum kunnu draga fólk á stevnu.
Hæddarpunktið
Forkvinnan í VÍF vísir á, at hæddarpunktið á fjarðastevnu er kappróðurin, sum telir við í FM-kappingini. FM-kappróðurin byrjar leygardagin klokkan 15, men frammanundan verða barnaróðrar.
Eitt av fyrstu tiltøkunum leygarmorgunin verður rennikappingin, sum byrjar klokkan 11 og verður liðug um 13-tíðina. Kappingin fer fram á havnalagnum, og rennararnir verða býttir uppí aldursbólkar. Bestu rennararnir fáa heiðursmerkir.
- Vit mugu ásanna, at kappróðurin ikki longur savnar eins nógv fólk, og hann gjørdi áður. Sama er við traditionellu stevnunum í síni heild.
Jóngerð vísir á, at síðan vit fingu fleiri og fleiri tónleikafestivalar kring landið, hava hesir vunnið í kappingini við stevnurnar.
- Kanska halda fólk, at stevnurnar eru vorðnar ov triviellar og keðiligar, men vit gera, hvat vit kunnu fyri at seta eina fjølbroytta, áhugaverda og forvitnisliga skrá á kjøl, leggur hon aftrat.
Hon ásannar, at fólk seta stór krøv fyri at vitja stevnurnar, og gongdin seinastu árini hevur verið, at ymisku tiltøkini sum heild hava havt færri og færri vitjandi.
Broytingartíðir
Hóast nógv taka hond í og eru við til at bera eitt so stórt tiltak, sum fjarðastevnan er, heldur Jóngerð kortini ábendingar vera um, at færri og færri tíma at brúka tíð upp á tað arbeiði, sum skal gerast.
- Vit kunnu bara vóna, at tær góðu og gomlu stevnurnar aftur fara at koma til sín rætt – um enn tað kanska verður í nýggjum og broyttum hami, sigur Jóngerð Nielsen.