Fyrsta Fjølmentanarvikan verður hildin um landið frá fríggjadegi 14. oktober til fríggjadag 21. oktober.
- Í løtuni eru yvir 100 ymiskir tjóðskapir í Føroyum. Fjølmentanarvikan snýr seg um at fagna, fevna og varpa ljós á hesa fjølmentan. Vit vóna, at nógv fólk koma við í fagnaðin og gerast virkin partur í at menna mentanarligu vitanina.
Tað eru Útlendingastovan og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri Fjølmentanarvikuni.
Almenna setanin verður í Norðurlandahúsinum hin 14. oktober klokkan 15 við røðum, tónleiki, framførslum og matsmakking. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.
Hesa vikuna fara Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna at skipa fyri tiltøkum og ymiskum virksemi, og fer integratiónspresturin, Marjun Lómaklett, at hava altjóða gudstænastu.
##med2##
Aðrar kommunur fara væntandi eisini at skipa fyri tiltøkum, so fylgið við skránni á www.integration.fo/mcw ella www.torshavn.fo fyri at síggja tær nýggjastu dagføringarnar.
- Fólk kunnu fara inn á okkara heimasíðu og síggja skránna og fá meira kunning um, hvussu tú, skúlar, arbeiðspláss, ítróttafeløg og aðrir felagsskapir kunnu gerast virkin partur í vikuni: www.integration.fo/mcw ella www.torshavn.fo
Útlendingastovan og Tórshavnar kommuna vilja fegin síggja, hvussu fólk halda Fjølmentanarviku, og fólk kunnu vísa sínar myndir við at brúka tvíkrossin #fjølmentanføroyar
- Meira kunning fæst við at skriva til David Im ella Fíu Lindenskov á [email protected], siga fyrireikararnir av tiltakinum.