Fjølmiðlarnir forðaðir í at flúgva til Føroya

Í B36 halda teir seg hava møguleikar at svara aftur, eftir at tað í Bosnia Hersegovina endaði við 2-0 tapi

Klokkan 18 fer estlendski dómarin Joonas Jaanovits at bríksla fyri fyrstu ferð í Gundadali, har setningurin hjá B36 verður at svara aftur, eftir at tað á útivølli ímóti Borac úr Bosnia Hersegovina fyri einari viku síðani endaði við 2-0 tapi. Í B36 iðraðu teir seg um málini, sum vóru av tí slagnum, ið ofta verða rópt kloddamál. Tað fyrra varð skorað sjey minuttir undan steðginum, og tað seinna varð skorað fimm minuttir undan leikloki:

 

-Teir vóru meiri á bóltinum, og teir vóru stinnir í bóltførleika, men vit høvdu møguleikar í skjótum mótálopum og í deyðbóltsstøðum hjá okkum vóru teir ikki avgjørdir, so vit halda okkum hava møguleikar at svara aftur, segði B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

Heimferðin hjá B36 úr Bosnia var long, og tað var um reppið, at hon tók uppaftur longri tíð. B36 ferðalagið var við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Oslo sunnukvøldið. Tá vóru seinkingar, men um midnáttina eydnaðist tað at lenda. Tá hevði flogfarið flogið í góða løtu yvir vøllinum, og hetta var triðja ferðin, at flogfarið hetta kvøldið royndi at lenda. Tað eydnaðist, og so var ikki neyðugt aftur at fara til Noregs at bíða eftir líkindum.

 

Hjá B36 er Brian Jakobsen framvegis skaddur. B36 skrivaði í síðstu viku undir sáttmála við 21 ára gamla danska álopsspælaran Rasmus Reihdar Nissen, sum er uppaldur í OB og síðstu mánaðirnar hevur umboðað Kolding. Hann verður ikki við í kvøld, tí sáttmálin varð undirskrivaður eftir, at fráboðanin til UEFA um leikarahópin var farin. Á útivølli var B36 álopið mannað við skjótu brøðrunum Hannes Agnarsson og Martin Agnarsson.

 

Borac hópurin lendi í Vágum í gjár við leiguflogfari og vandi í Gundadali í gjárkvøldið. Tað verður einki annað umboð fyri bosniska felagið enn spælararnir, venjararnir og onnur hjálparfólk. Leiguflogfarið er so mikið lítið, at tað ikki var pláss fyri nevnd og fjølmiðlum og øðrum. Felagið bókaði pláss hjá SAS fyri hesum at koma til Føroya í dag. SAS flýgur ikki orsakað av verkfalli, og tí eru boð komin frá bosniska felagnum og til B36 um, at eingin annar enn teir, sum komu til Føroya í gjár, fara at umboða Borac í Gundadali í kvøld. Tað vil siga, at tað vera ikki umboð fyri bosniskar fjølmiðlar í Gundadali í kvøld.