Fjordblæserne, Egvad Kommunu Ungdómsorkestur, kemur frá Tarm á jútsku vesturstrondini. Orkestrið telur 22 spælarar í aldrinum 9-20 ár. Tað varð stovnað í 1974 og kann tí næsta ár halda 25 ára hátíðarhald.
Frá byrjanini hevur orkestrið verið uttanlands á hvørjum ári og hevur vitjað ein stóran part av verðini. USA, Russland, England, Ísland, Føroyar og Eysturríki eru bert nøkur av londunum, sum orkestrið hevur vitjað.
Tey fyrstu 23 árini var tað Povl Feldberg, sum leiddi orkestrið. hann legði frá sær nú í ár og nú leiðir Asger Pallesen orkestrið. Asger Pallesen er væl kendur í Vestmanna. Frá 1983-85 búði hann í Vestmanna, har hann var venjari hjá Vestmanna Hornorkestri og Vestmanna Sangkóri. Vitjanin í summar er komin í tøttum samarbeiði millum Vestmanna Hornorkestur og Fjordblæserne, bæði orkestrini fara at enda vitjanina hjá Fjordblæserne við felags konsert í Vestmanna hósdagin 2. juli.