FK Cup hjá teimum vaksnu

Um vikuskiftið verður FK Cup-kappingin í flogbólti hjá teimum vaksnu spæld í Havn. Tilsamans 29 lið hava meldað seg til, og spælt verður í Gundadalshøllini og Hoyvíkshøllini.

Lagt verður til brots leygarmorgunin klokkan 8 í Gundadalshøllini við Eikliguni hjá kvinnum á tveimum vallum og bólki 1 í 2. deild hjá kvinnum á einum vølli.

Í Hoyvíkshøllini verður somuleiðis byrjað leygarmorgunin klokkan 8 við 1. deild hjá kvinnum á tveimum vallum og bólki 2 í 2. deild hjá kvinnum á einum vølli. Klokkan 11 spælir Eikligan hjá monnum á tveimum vallum og klokkan 15 1. deild menn á einum vølli.

Spælt verður best av trimum settum, so fyrstu tvey settini verður spælt upp í 25, og er neyðugt við einum triðja setti, verður har spælt upp í 15.

Finalurnar í Eikliguni hjá kvinnum og monnum verða spældar sunnudagin í Gundadalshøllini, og verður kvinnufinalan klokkan 14 og mansfinalan klokkan 16. Tá verður sum vanligt spælt best av fimm settum.

Serliga hjá liðunum í Eikliguni ræður um at standa seg væl, tí FK Cup-kappingin er onnur av tveimum kappingum, ið kunnu geva atgongd til steypafinaluna í vár.