Flóðalduhjálpin er neyðug og vælkomin, men hvat við ikki-náttúruvanlukkum?

Við tað at vit bert hjálpa, tá ið talan er um jarðskjálvtar, flóðaldur og aðrar natúrólukkur, kanst tú líka so væl tveita táravátu útgávuna av Schindlers List, og Bíbliuna, á bálið

Johan í Kollafirði, Noomi á Válinum, Sanna á Løgmansbø og Dagmar Clothier, øll pedagoglesandi á Læraraskúlanum í Havn, vóru so sanniliga í filosofiskum hýri sum flóðaldusunnudagurin stundaði. "Tað er blóðskeivt, at ávísar fyritøkur sóla sær í vanlukkuni", greiddu tey lesarum hjá Sosialinum frá. "Hví skulu fyritøkur og handlar lýsa við, at tey geva so og so nógvan pening til neyðhjálp. Hví kunnu fyritøkurnar ikki í stillum flyta pengarnar á kontoina hjá Reyða Krossi, uttan at vit kunnu sáa iva um handilsligar baktankar við neyðhjálpini".
Teirra innantóma ?perspektivering? er ikki óvanlig: at taka til at blanda vinnulívspening saman við menniskjaligari armóð vil altíð vera eitt illgrunasamt fótafet. Men eg kann ugga hasi?hvørs samvitskubit mótvegis "at handlar tilvitað misnýta flóðalduna til at marknaðarføra seg ... og tá er erligheitin við innsavningini vekk" er um at fara uppfrá?við at borðreiða ein óreingjandi roynveruleika: tey neyðstøddu í Ásia leggja líka í um reina vatnið, tey drekka, er keypt fyri pening við "handilsligum baktankum"; og at tey í armadømi ynskja nógv fleiri "handilsligar baktankar" og "óerligheit", um hetta ber við sær fleiri litrar av vatni og nógv størri nøgdir av anti-biotika?hvat tað sjálvandi ger.
Fullkomiligt falsloysi er altíð eftirynskjandi. Kortini, í besta føri er hetta ein luksustrupulleiki, fólk við avlopsorku megna at savna seg um. Tí tekur tað neyvan nakran á bóli, at marglætiskvíðanin fyri manglandi reinlyndi í føroyskum fyritøkum kemur frá føroyskum pedagogles-andi, frammanundan tryggjað ímóti at dumpa og enn fullvís í at har er ein haldgóð heimspeki í Harry Potter og Ringanna Harra?hvat tað sjálvandi ikki er.
Tann trúliga órógvandi parturin í teirri fráboðan um yvirskipaða rættleikan í einhvørjari neyðhjálparinnsavnan er ikki endiliga at finna í hvussu-, men hvar-partinum. Onkursvegna, eins og Svenning av Lofti hevur, hava teir fýra komandi pedagogarnir klárað at billa hvørjumøðrum inn, at tað saktans, og við óskaddum morali, ber til at "venda høvdið inneftir" og soleiðis javnseta trupulleikarnar hjá illa støddum ásiatum og, trúgv tí ella ei, illa støddum føroyingum.
Vildi javnsetingin ikki vigað tyngri um hon heldur setti inn illa staddar darfurbúgvar, sum ikki eiga sýru í vegg og hvørs armóð er menniskjaskapt? Eg hugsi?hóast staddur mitt í eini flóðaldu vildi tað verið ein væl meira lagalig avbjóðing at billað meg inn ta eginligu kombi-gravskriftina hjá Adolf Hitler og Che Guevara: "Væl drap hann milliónir av fólki, men hann var síni elskaðu trúgvur; og Che, nei, ongan-tíð kláraði hann at drepa líka nógv sum hann, sum við síðuna av honum liggur... men hinvegin, so var hann ikki síni elskaðu trúgvur. Muga tit báðir tveir, oooh! tykkara jassar, so ymsir, og tó, so líkir, hvíla í friði". Ella kanska telur tað ikki við, um vanlukkan bert er menniskjaskapt; altso, ein ikki-náttúruvanlukka?
Flóðaldan fekk meg annars at hugsa um akkurát hvussu tú velur hvørji orð at brúka aftaná eina vanlukku av hesum slag. Eg kom til ta niðurstøðu, at heila lortið má vera samskipað, tí annars hevði ein øgilig skammdeiling tikið seg upp. Tú hevði havt Dánjal Højgaard frá tíð-indunum lisið upp: "Jóannes Ejdesgaard hevur lýst vanlukkuna í Ásia verandi, og eg siteri, "vanlukkuliga"", við bispi?yvirav útvarpsmanninum í sjálvari útvarpsstovuni?mælandi: "Hatta er ikki rættvíst, eg vildi eisini kalla vanlukkuna vanlukkuliga... so nú eri eg, sum ikki einaferð, fastur í "ræðulig". Men, lat fara, tí sanniliga sigi eg tykkum, vanlukkan í Ásia var ræðulig". Og uttan so at samvitskusamu myndugleikarnir skiftast at greiða frá hvussu keddir teir eru um vanlukkuna, hevði ein frásøgn ljóðað nakað soleiðis: "Reyðikrossur Før-oya bleiv illa við í morgun, tá ið Suni Vinther segði, at vanlukkan var ein "miskunnarleys náttúrugerð"... til hr. Vinther fekk at vita, at presturin í Adventskirkjuni longu hevði sagt, at vanlukkan var ein "miskunnarleys náttúrugerð". Suni Vinther hevur biðið um umbering og segði at, "nú, tá ið eg hugsi meg gjøllari um, var vanlukkan í Ásia skakandi og óttasláandi".
Kanska hava teir bara eina einfalda kotu: "syrgiligt" innan føroyskt sjómark fyri 1-3 lívlát; fyri 4-6, far til "ræðuligt". Kortini, um vanlukka er í fýrverksbýnum Kolding ella, ja, sjálvt fiskabýnum Hirtshals, røkkur "syrgiligt" fyri upp til 15 lívlát. Men um vit so flyta okkum út úr javnborna ríkinum til pitsabýin Napoli, er "syrgiligt" nóg mikið at siga fyri upp til 120 lívlát; í Miðeysturi?undantikið Ísrael, sjálvandi? røkkur "syrgiligt" fyri upp til 500 lívlát og um vanlukka er í Afrika, íðan, tá er eingin reaksjón neyðug uttan so at lívlátini náa tey 1000.
Sæð í ljósinum frá hesum var viðmerkingin hjá Bob Geldof, tónleikari og átaksleiðari, "The tsunami is an act of God, an act of nature. Africa is an act of man", eitt viðursvet meira uppfinningarsom. Men, ikki bara er hon meira uppfinningarsom, eisini er hon meira viðkomandi. Og átrokandi. Bjørn Lomborg, vinmaðurin, talaði í eini tíðargrein í enskum álvarablaði aftaná ólukkuna ímóti at gera íløgu í eina ávaringarskipan so at minka um menniskjaligu týningina. Hetta, tí flóðaldur so ógvusligar sum hon, vit vitnaðu herfyri, eru so øgiliga sjáld-samar, og fáa vit tí væl meira burturúr peninginum um brúktur aðrastaðni; um brúktur í sudanska landslutinum, Darfur.
Sum tú slapp eina 20-krónu ella trokaði 200-krónu seðilin í reyðu bússuna føroyska flóðaldusunnu-dagin, vórðu fólk har vesturi í Sudan nevniliga skorin á háls, neyðtikin og jagstrað av arábisku Janjaweed militsuni. Alain de Botton, ein nógv brúktur heimspekingur í Englandi, hevur helst rætt í at "calm is only an interval between chaos", men hatta ?intervallið? er so nógv minni fyri ikki-náttúruvanlukkur enn náttúruvanlukkur?fyri ikki at siga støðugt. Og, í sama andaræli, jú, tað er lætt at gerast vanlukku-pøstur, serliga av ikki-náttúruvanlukkum. Tá ið eg kjakist við aðramáta vælupplýst fólk um hetta, svara tey ofta: "Jú, men forferdilig ting henda altíð, onkustaðni, ikki so"?
Hetta er nakað annað. Hetta er øðrvísi. Hetta er, tíanverri fyri tey í Sudan, kanska, ikki ein náttúruvanlukka. Hetta er ein ikki-náttúruvanlukka. Men hetta er heldur ikki hasar regluligu og lágligu meinsóknirnar, ið henda?jú, tíanverri?altíð, hvønn dag. Hetta er ikki Teiland, Haiti ella Kuba. Hetta er ein uppaftur meira tilvitað skarnsgerð; ein roynd at viska burtur eitt heilt fólk, teir myrku íbúgvarnir í Darfur. Hetta er manngjørt. Tølini verða í heilum modifiseraði, men talið á slaktaðum er, sambært Human Rights Watch, komið upp á 70.000?og talið á slaktaðum gerst størri sum eg skrivi. Hetta er eitt blóðbað. Hetta er eitt holokaust.
Hin 30. juli gav Sameindu Tjóðir sudansku stjórnini eina lokafreist: Steðga fólkadrápinum í Darfur og lat hjálparfólki inn innan 30 dagar, annars! Aftursvarið? Harðræðið í Khartoum flennir at ST; hópdrápið er ikki hildið uppat. Janjaweed-militsin slaktar enn, systematiskt, heilar bygdir.
Mær vitandi var ST stovnað so at hindra slíkum. Í 1948 samtykti stovnurin?sum ein fylgja av nazistanna hópmorð av jødum?at um eitt fólkadráp varð ígongdsett, skuldi uppílegging uttanífrá ikki einans vera ráðgevandi, men áleggjandi. Meira enn eitt tylft av fólkadrápum eru síðani farin framvið uttan at ST fór uppí. (Tá ið 800.000 fólk høvdu verið hakkaði til deyðis innan 6 vikur í Ruanda í 1994, ljóðaðu lyftini og pliktanirnar hjá ST sum sjúkligt skemt.) Men tað er ikki endiliga sjálvum stovninum, nakað bilar, men teim londunum, ið mynda hann. Jú, Amerika hevur oftani havt eina óneyðugani einsíðaða atgongu til uttanríkispolitikk, men vit onnur fara?vísir tað seg?bert uppfrá, tá ið jarðskjálvtar, flóðaldur og aðrar natúrólukkur oyðileggja. Men so tá ið ólukkur eru manngjørdar, verða fólk sitandi; tú skuldi nærum trúð, onkur ordiliga tungur sat á teimum, so líkasæl tey tá tykjast at vera. Tað er, viðurkennandi, eitt val?men í so føri kanst tú líka so væl tveita táravátu útgávuna av Schindlers List, og Bíbliuna, á bálið.
Tá ið tú hugsar um hvat ST ger við fólkadrápið í Darfur?einki?má niðurstøðan vera, tá ið tað kemur til friðarvarðveitan, at stovnurin er nyttuleysur. Í høvuðsheitum fáa ST-friðarherlið ikki lagt uppí og hindrað neyðtøkuni, pínsluni, slaktanini og tvingsilsflytanini, tí at ein limur í trygdarráðnum, Kina, er bangið fyri amerikanskari útbreiðslu og tí at fólkaríka landið hevur góð handilsviðurskifti við Sudan... og vil ikki góðtaka uppílegging. Tað er ússaligt.
Politiskir leiðarir eru ikki fittir, sjálvt ikki í demokratium. Fólkavaldir vilja vanliga tíggja sær ósjálvsøkið bara um vit?fólkið? kraftagott streingja á teir at gera tað. So hvar er fólkið? Hvar er fólksins ástreingjan so at fáa okkara politikarar at steðga sudanska holokaustið? Í Føroyum?einki, vit tosa um Suðuroynna, lurta eftir "útvarpi" framleitt á bygd. Í Englandi?bert okkurt bjálvað mótmælismjarr. Í Danmark?tey eru ov upptikin at tosa um hvørt tey nú "hava ?overskud til? at praktisera seg sjálvan og minka um ?omgangskredsen?". Orsøkin, bæði til vinstru og høgru, er høgligheit og rasisma.
Men rasisman, ikki føroyskt vættraradio og danskt yvirskot, er avgerandi faktorurin. Um meira enn 50.000 fólk høvdu verið myrd í einum næstan líka fjarlagdum landi?latið okkum siga, Ísrael?hevði føroyski høgravongurin vamlast av at vit ikki høvdu farið inn og hjálpt teimum. Tak bara bløðini her heima, Dimmalætting og Sosialurin. Bæði halgaðu týðandi "oddagreinina" vanlukkuna í Beslan, har eini hundrað hvítir russarir vórðu myrdir. Og Darfur, har okkurt um 300 ferðir so nógv fólk longu eru myrd? Lítið og einki?um yvirhøvur nakað. Eisini tað er ússaligt.
Men rasisma høgrumegin-frá er sjálvandi minni undranarverd enn tann roynveruleiki, at kongshúsið hjá Margretu er akkurát líka fucked up sum tað hjá Elizabeth. Nei, tað er væl torførari at svara spurninginum: Hvar eru øll tey vinstravendu? Hvar er føroyska friðarrørslan? Hvar eru øll hasi, ið mótmæltu krígnum at Irak?
Um tey vóru so forsumpaði, so niðurfyrikomin um lutfalsliga fáu andlátini sum úrslit av eini innrás í Irak, íðan, hví tá ikki eisini?í mun til Irak?fleirfaldaðu andlátini sum úrslit av einum fólkadrápi í landslutinum Darfur? Ella snúði tað seg ongantíð um lívlát hjá hasum niðri á Vaglinum; snúði tað seg kanska heldur um, eins og hjá Kina í Darfur, misplaseraða haturið at "amerikanskari útbreiðslu"; um "svart gull".
Um myrk fólk høvdu verið niðurstungin í Texas við blatantum stuðuli frá neo-konservativu bastardunum í Washington DC, íðan, tá høvdu vit vitnað eina aldandi vinstrasinnaða herseting á Vaglinum varandi líka inntil Ólavsøku. Ikki tí, soleiðis skal tað vera. Men hvat við Darfur? Einki.
Men vit kunna halda á. Hvar eru okkara prestar? Hvar er Amnesty International Føroyar?eiheldur tað hevur blunkað sum islamo-fasistiska Janjaweed slaktar seg ígjøgnum landslutin. Og Reyðikrossur Føroya? Hvar eru hasar bússurnar?hava framleiðarirnir av bússunum hjá Suna Vinther kanska patenterað tær til náttúruvanlukkur eina. Har eru fleiri hundraðtúsund fólk, ókey, muslimar?men tað vóru tey í Irak eisini: jagstrað, heimleys, uttan reint vatn at drekka, neyðtikin ella pínd, sálarliga klovnað og í ferð við at doyggja í hungri. Hava ikki eisini hesi eina hjálpandi hond uppiborna? Eina 20-krónu? Eina 10-krónu, kanska... í morgin? Nei, opinberiliga ikki!
Men tey neyðstøddu í Darfur eiga so fáa eina frágreiðing?tað er tað minsta! "Góðu tit, tit hava jú ikki verið fyri eini flóðaldu, eini náttúruvanlukku, tit hava verið fyri eini ikki-náttúruvanlukku, og so eru tit eisini ikki-hvít. So, orsaka, vit hugsa um tykkum í tykkar sváru neyð, men hjálpið tykkum sjálvi. Gott nýttár, forrestin, og Harrin signi tykkum".
Tað einasta landið at senda herlið til Darfur hevur verið Ruanda; tey kenna aftur eitt fólkamorð, tá ið tey síggja eitt. Har er tó ein vaksandi semja um at ST barasta ikki riggar í leiklutinum sum heimspoliti, effinett tí at tað verður lagt fótonglar fyri?eins og í Darfur. Nakrir áhugaðir partar tosa um eina sameining av fólkaræðisligum londum?harímillum, sjálvandi, Amerika, sum er tað einasta landið viljað til ítøkiliga at fíggja slíkt virksemi. Men miseydnaðu royndirnar hjá demokratiskum londum at finna saman og ?takkla? teirra egnu langtíðartrupulleikar sigur mær, at sjálvt fólkaræði ikki er nøkur allra meina bót.
Hetta við regluligum vali hevur lyndi til at fáa fólkavald at savna seg um stuttfreistað úrslit sosum at "nøkta tørvin"; játta IVF-pening; "taka sær av" teimum heimleysu í Havn, í Føroyum?eitt feitt!?og syrgja fyri at øll pedagoglesandi "klára tað, tá ið tey ístaðin burdu verið givin fleiri tímar so at tey ikki fingu stundir at gera táputryggjaðar komparasjónir. Óansæð, sjálvt Kina, við sínum europeiseraða handilshugburði, vísir tess kraftamiklu fatan av varandi útsøgnini hjá Clinton, "It?s the economy, stupid".
So tað er ikki bara Bob Geldof, ið kann vera uppfinningarsamur. Dagmar Clothier, Sanna á Løgmansbø, Noomi á Válinum og Jóhan í Kollafirði eru minst líka uppfinningarsom?minst. Tí tey síggja, eftir øllum at døma, "handilsligu baktankarnar" og tað, at tey "veruliga halda tað vera gott, at pengar fara til tey neyðstøddu" sum ein bardaga millum "góðar kreftir og óndar kreftir".
So at hjálpa teim neyðstøddu í Ásia hava vit ikki brúk fyri einum heri at skipa fyri og ómoralskum peningi so at keypa reint drekkivatn og anti-biotika fyri; nei, vit hava brúk fyri einum fanans vættri... úr Hirtshals.
Helst ímynda tey sær at náttúruvanlukkan stýrir ímóti eini stórfinalu, við teimum og Suna Vinther frammanfyri kapitalistiska andanum, ið kann umskapa seg til hvat sum helst skapilsi, honum dámar, og dunar við eini djúpari, ekkóandi rødd, "Tykkara dólgar, vit kundu tikið lógvatak saman, sameint megina, útvegað óendaliga nógvar pengar og seinni?hvør veit?stýrt stjørnubreytini. Men nú má eg drepa tykkum, skaðiligu penga-moralistar". Men tey pedagoglesandi froysa útur, "Tú ert rotin", og Vinther skoytir uppí, "Tú misbjóðar alt, ið er fólkaligt". Síðani mutla tey til hvønn annan, at um tey bert stappa hugan við jaligum tankum, ja, so verður mátturin hjá kapitalistiska andanum ?neutraliseraður?.
Og soleiðis kláraði gongustjørnan tað, tey heimleysu í Havn tað, tey sálarsjúku í Føroyum tað og tey neyðstøddu í Darfur tað ikki?alt meðan tey neyðstøddu í Ásia ikki fingu fatur í hasum ómoralska peninginum, peningur frá "handilsligum baktankum". Gott nýttár, gott klárað!