Arlanda-flogvøllurin í Stockholm er opin fyri flogferðslu norður- og vestureftir, og flogfør kunnu nú eisini brúka Gardermoen-flogvøllin í Oslo. Tvey SAS-flogfør úr New York og Chicago skulu lenda í Arlanda, og tvey onnur SAS-flogfør eru á veg úr New York og Washington til Gardermoen. Norskir fjølmiðlar siga tó í morgun, at Gardermoen-vøllurin verður kanska stongdur aftur í morgin.
Harafturímóti sleppa eingi flogfør at brúka danskar flogvøllir, tí tað danska luftrúmið verður í fyrsta lagi latið upp fyri flogferðslu klokkan eitt seinnapartin.
Fleiri flogfeløg eru komin í fíggjarligar trupulleikar av flogbanninum í Norður- og Vesturevropa. SAS og Cimber Sterling fara seinni í dag á fund við donsku stjórnina, og har fara tey væntandi at biðja tað almenna um hjálp.