Flúgvandi borðiskar

Í sambandi við tær sera áhugaverdu útvarpssendingarnar "UFO yvir Føroyum"
sum Gunnar Nolsøe leggur til rættis, hava vit funnið hesa greinina fram, sum stóð í Dagblaðnum fyri 49 árum síðan, tann 20. juli 1954.

Greinin í Dagblaðnum 20. juli 1954 var hendan:

Eru teir "flúgvandi borðiskarnir" veruligir - ella er tað sjónhvørvingar

Í fleiri ár hevur í bløðunum verið skrivað um og í útvarpstíðindum sagt frá, at fólk hava sæð teir sokallaðu flúgvandi borðiskarnar, flúgvandi tallerkarnar "flying sausers", sum teir verða nevndir á enskum.
Tað hava bøkur verið skrivaðar um hetta evni, ikki minst hava skrivandi menn útnyttað borðiskarnar til at skriva søgur um ferðir til aðrar knøttar í himmalrúminum.
Fólk yvirhøvur siga allarhelst at hetta er tvætl, tað kunnu ikki finnast livandi kykt uttanfyri knøtt okkara, sum eru komin so langt, at tey hava flogfør, sum ferðast í himmalrúminum og vitja okkum.
Serstakliga í Amerika hevur verið skrivað nógv um hetta mál, og tað er prógvað, at meginparturin av tí er humbukk. Men framvegis er tað eftir, at fólk hava sæð í himmalrúminum lýsandi lutir, ið eingin frágreiðing er um.
Tá sólarmyrkingin var, fór eitt flogfar í Noreg upp um skýggini at fotografera myrkingina. Á filminum sum seinni er framkallaður, eru tvey lýsandi punkt sum fluttu seg. Meteorelogar hava kannað myndirnar, og halda at blettirnir kunnu vera ljósblettir, men tora einki víst at siga. Vísindamenn fara nú at kanna myndirnar og siga ikki at tað er ómøguligt, at hetta kann vera "flúgvandi borðiskar". Í hvussu er eru myndirnar tiknar av nøkrum heilt øðrum, so nøkur falsing er ikki talan um.
Tað eru nøkur sum trúgva uppá flúgvandi borðiskarnar. Millum teirra er bretski floggeneralurin, Downing lordur, sum eina tíð var ovasti fyri bretska jagaraflogherinum. Hann sigur seg ivaleysan í, at tað eru livandi kykt á øðrum planetum, men at hesi "fólk" eru klókari enn vit. Hann heldur, at hesir sokallaðu flúgvandi tallerkarnir eru mannaðir við hesum fólkum, og tað at teir koma her, er eitt lið í kanningum av himmalrúminum. Hann heldur at hesir fremmandu vilja okkum einki ilt, um vit einki gera teimum.
Í Amerika hevur majorur, sum eitur Donald E. Keyhoe, skrivað bók um borðiskarnar, hann hevur fleiri ferðir fyrr roynt at prógva, at borðiskarnir eru ikki sjónhvørvingar ella lutir sum verða misskiltir.
Hann endar bók sína við at siga, at viðhvørt hava fólk noktað fyri øllum, tey ikki kundu skilja, meðan tey viðhvørt viðganga at tað er so mangt millum himmal og jørð, sum tey einki vita um. Roynt hevur verið at geva ymiskar frágreiðingar, til prógvini eru so greið, at fólk mega fáa veruligar upplýsingar. Hann heldur at eingir myndugleikar vilja siga seg 100% trúgva upp á flúgvandi borðiskar, fyrrenn teir so at siga hava hildi á einum - annars kunnu teir koma at gera seg sjálvan til gjøldur.
Keyhoe hevur kannað frágreiðingar um lutir, sum sæddir eru seinastu árini, sum stjórnin fyri amerikanska loftherflotan hevur savnað, men sum teir ikki vita, hvat ið er. Hann sigur sum er, at tað mesta sum skrivað er um hetta mál, er tvætl, men vísir á dømi, hvar fleiri í senn hava sæð hesi merkiligu loftførini.
Keyhoe sigur hvussu hesir ymsu flúgvandi borðiskarnir síggja út. Tað er eitt slag av "móðurskipum", í skapi sum ein sigar og fleiri 100 metrar long, frá teimum verða send smá flogfør - "undirkoppar", hesir eru smáir, frá 15 cm til 30-40 metrar í tvørmáti, rundir og tjúkkastir á miðjuni. Hartil er eitt triðja slag, sum líkist móðurskipum í skapi, men nógv minni - hesir koma nærri jørðini og flúgva við ferð ið er 1500-2000 km um tíman. Tallerkarnir og móðurskipini flúgva annars við ferð, ið er frá fáum hundrað til 10.000 km um tíman. Tey kunnu standa still í luftini, mala runt, flúgva upp og niður og allar vegir.
Hesin sami Keyhoe sigur, at hesir merkiligu lutir eru ikki russisk ella amerikansk loynivápn men før frá øðrum planetum mannaði við hugsandi "fólkum", hann heldur at í fleiri hundrað ár hava hesi "fólk" kannað knøtt okkara. At kanningarnar hava verið so ágrýtnar seinastu árini, sigur Keyhoe kemur av, at lagt hevur verið til merkis tær atomroyndir sum hava verið á jørðini, og hesi "fólkini" vilja nú hava at vita, hvat er áfatt og hvat menniskjuni ætla við hesum, og at hesir "fremmandu" eru greiðir yvir, at menniskju hugsa sjálvi um at byggja flogfør, sum kunnu røkka til aðrar planetir.
Bæði Downing og Keyhoe skulu vera menn, sum eru kendir, og sum ikki kann sigast um, at teir bara finna upp á nakað.
Nakað annað er at fólk yvirhøvur tó munnu velja at vera ivasom og helst vilja síggja, áðrenn trúð verður. Tey flestu munnu við einum orði siga um flúgvandi borðiskarnar "Tvætl" og so leggja afturat: Men tað er jú so mangt millum himmal og jørð, vit einki vita um.

-lin.