Trúboðanarskipið Doulos kom á Havnina hóskvøldið. Stór móttøka var fyri skipinum, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður helt røðu.
Umborð eru tveir føroyingar, og skipið skal liggja í Havn til mikudagin í komandi viku. Tá gongur leiðin til Klaksvíkar, har skipið verður liggjandi til mánadagin 5. juli.
Meðan skipið liggur í Føroyum er tað opið allar dagarnar fyri almenninginum. Til ber at fara umborð til eina rundferð og at vitja ta stóru bókasøluna, sum er opin allar dagarnar frá klokkan 10 fyrrapartin til klokkan 22 á kvøldi.
Fleiri tiltøk
Nógv ymisk tiltøk eru á skránni umborð á skipinum, meðan tað liggur her. Mánakvøldið verður eitt serligt tiltak fyri kvinnur, har kvinnur frá ymsum londum fara at greiða frá tí dagliga lívinum og eisini frá bíbilskum søgum.
Eitt líknandi tiltak verður so eisini týskvøldið, men tá verður tað fyri menn. Týsdagin verður somuleiðis eitt tiltak fyri børn á skránni. Klokkan 10.30 og 13 verður tað, og kallast tað eitt trúboðanarævintýr fyri børn í aldrinum átta til tólv ár.
Hjørleif Vang er umboðsmaður fyri OM, sum er felagsskapurin, sum skipið siglir fyri. Hann greiðir frá, at umborð er eisini ein stór kaffistova, har fólk kunnu seta seg niður og njóta ein heitan munn, meðan tey vitja umborð.
Mikudagin um hálvgum fýra tíðina seinnapartin fer skipið av Havnini til Klaksvíkar.
Somuleiðis ber til at vitja skipið, meðan tað liggur í Klaksvík. Leygarkvøldið verður eitt altjóða tiltak, har tað við tónleiki, leiki, sangi og dansi av ymsum slagi verður varpað ljós á ymiskar mentanir. Tað eru fólk frá øllum møguligum tjóðum umborð, so tað verða ivaleyst nógvar ymiskar mentanir á skránni. Hetta tiltakið verður tó ikki umborð á skipinum, men í KÍ høllini.
Í sambandi við tiltakið siglir Dúgvan ein eykatúr av Klaksvík til Leirvíkar á midnátt, tá tiltakið er liðugt.
Sunnudagin verður so tiltakið fyri børn aftur á skránni, og mánadagin leggur skipið leiðina til Frankaríkis.
Søguligt skip
Doulos er upp á mangar mátar eitt søguligt skip. Tað varð bygt í 1914 og er sostatt bert tvey á yngri enn Titanic hevði verið. Tað er somuleiðis við sínum yvir 6.000 ymisku bókatitlum, sum eru í bókasøluni umborð, heimsins størsta flótandi bókasøla.
Hetta er fyrstu ferð, at Doulos vitjar í Føroyum, men onnur skip undir OM hava verið her.
Í 1983 var Logos I her, og blíðskapurin, ið tá varð sýndur teimum, gjørdi, at tey vildu koma aftur. Logos I rendi tó á land og sakk, og seinni kom so Logos II. Tað skipið vitjaði í Føroyum í 2001.
Og hósdagin kom so Doulos fyri fyrstu ferð til Føroyar. Við umborð eru tveir føroyingar. Kapteinurin Árni B. Jensen og ein kvinna, sum eitur Margith Olsen.
Nakrir føroyingar afturat fara við aftur skipinum, tá tað fer til Frankaríkis.