Flóttafólk í egnum landi

30 ára langt vápnað stríð ímillum myndugleikar og ymsar bólkar í Kolombia hevur havt við sær, at nógv fólk eru flýdd frá húsi og heimi, men ikki av landinum.

Tað sermerkta við Kolombia er, at flóttafólkini eru ikki flýdd undan beinleiðis bardøgum, men heldur hóttanum og ræðslu. Tað eru serliga fólk í teimum gróðrarríku økjunum, sum verða hótt, tí teir vápnaðu bólkarnir skulu brúka hesi økini til at dyrka kokaplantur, sum teir brúka til rúsevnið kokain, sum fíggjar virksemi teirra.

Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógv fólk í Kolombia eru flóttafólk í egnum landi. Myndugleikarnir siga, at talið er um 1,7 millión, ST heldur tað vera 2,5 milliónir, og kolombiskir mannarættindafelagsskapir siga tað vera 3,5 milliónir. Eitt nú vil kolombiska stjórnin vera við, at 160.000 fólk vórðu noydd frá húsi og heimi í fjør, men mannarættindafelagsskapirnir siga, at talið var um 300.000.

Alvaro Uribe, sum varð afturvaldur til forseta í Kolombia á valinum tann 28. mai, hevur lovað, at flóttafólkini sleppa at flyta heimaftur, men útlitini eru ikki góð, skrivar AP.