Flóvin Tyril 60 ár

Mánadagin 7. apríl fylti Flóvin Tyril í Norðragøtu 60 ár

Flóvin er føddur og uppvaksin í Norðragøtu. Hann lærdi til rørsmið hjá pápanum, Jákup Zachariasen, og arbeiddi sum sjálvstøðugur rørleggjari í nøkur ár. Flóvin er ein framúr góður handverkari. Seinnu helvt av 70-unum kom Flóvin at arbeiða sum setari á forlagnum og prentsmiðjuni Røddini á Skála. Í 1983 flutti forlagið og prentsmiðjan til Norðragøtu og skifti navn til Leirkerið / Effzett, har Flóvin arbeiðir sum setari, umbrótari og týðari. Útgávuvirkið Leirkerið / Effzett eiga brøðurnir Flóvin Tyril og Zacharias Zachariasen saman. Flóvin er eisini sálmaskald, hann hevur yrkt og týtt nógvar andaligar sangir og sjálvur gjørt løg til einstakar sangir. Hann er góður við føroyska málið og er ein dugnaligur rættlesari. Flóvin er giftur við Sunnevu, f. Joensen, úr Vági. Børnini hjá teimum eru: Birna, Búi, Marni, Jón og Malan.