Nú er endaliga greitt, at nýggja stjórnin, sum fær stjórnarvaldið sunnudagin, fer at sita við valdinum í 83 dagar Nú er allur ivi burtur. Sunnudagin fer nýggja íslendska minnilutastjórnin at taka við valdinum. Framsóknarflokkurin, sum síðani á valinum í mai 2007 hevur verið í andstøðu, hevur endaliga staðfest, at hann fer at verða stuðulsflokkur hjá stjórnini.
Ein partur av semjuni millum stjórnarflokkarnar ? Samfylkingina og Vinstri grønu ? og stuðulsflokkin er, at valið til Alþingið verður leygardagin 25. apríl ella okkara flaggdag.
Geir Haarde, forsætismálaráðharri, ætlaði, at valið skuldi verða leygardagin 9. mai. Teir Vinstri grønu vildu hava valið at vera fyri páskir og helst síðst í mars, men nú er so semja gjørd um, at valið verður leygardagin 25. apríl.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at nýggja minnilutastjórnin fer at sita við stjórnarvaldinum í 83 dagar.
Aðalmálið hetta stutta skeiðið verður at skipa soleiðis fyri, at húsarhaldini og vinnan fáa betri treytir at liva og virka undir, enn djúpa kreppan leggur upp til.
Íslendingar hava ikki nógvar royndir við minnilutastjórnum. Einasta royndin undan hesari var fyri umleið tredivu árum síðani.