Flaggdagin flaggdagshald ymsastaðni, eisini í Vági og í Fuglafirði Flaggdagin, mikudagin 25. apríl, plaga hátíðarhald verða kring landið og tað verður tað aftur í ár.
Fyribils hava vit fingið fráboðanir um flaggdagshald í Vági og í Fuglafirði, umframt stóra tiltakið á Eiði, sum er umrøtt aðrastaðni á Portalinum.
Í Vági byrjar tiltakið klokkan 13.30, tá ið rennifelagið, Hvistan, skipar fyri flaggdagsrenning fyri ymsar aldursbólkar.
Tey vaksnu renna einar fimm kilometrar og Børnini renna einar tríggjar kilometrar, men tað skal meldast til renningina í Framtíðini frá klokkan 12 til 13.15.
Umleið klokkan 15, aftaná renningina, skipar skótaliðið, Royndin, fyri flaggdagshaldi við minnisvarðan, har Arnfinnur Bjarkhamar, skúlastjóri í Sumba, heldur røðu. Har fer Kirkjukórið, Ljómur, at syngja undir leiðslu av Lars Mensonides.
Skótar og úlvar skulu møta í Skótahúsinum klokkan 14.30 og klokkan 14.50 fara tey úr Skótahúsinum oman til minnisvarðan.
Tá ið flaggdagshaldið endar, fara skótarnir í skrúðgongu út í Vágs kirkju, har Ljómur skipar fyri almennari mentanarløtu.
Har fer Kórið at syngja nakrar sangir eftir Jákup Dahl, Regin Dahl og Paula í Sandágerði og næmingar úr Miðnámsskúlanum lesa yrkingar eftir Regin Dahl, sum andaðist fyri kortum.
Eisini í Fuglafirði verður flaggdagshald. Tað verður við Bòkasavnið klokkan 16.30, har Emil Olsen, prestur á Eiði, heldur flaggdagsrøðuna og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir.