Flaggdagskoyringin hjá Føroya Ellisakførum hevur verið eitt afturvendandi tiltak, síðan felagið varð stovnað í 1992.
Í ár byrjar koyringin við at ellisakførini møtast á Shellstøðini við Ringvegin kl. 13, har tey verða sýnd fram, og Føroya Shell bjóða kaffi og køkur til tey vitjandi.
Klokkan 14 verður koyrt gjøgnum býin og oman á Kongabrúnna, har ellisakførini verða sýnd fram, meðan flaggdagshaldið á Vaglinum fer fram.
Eftir flaggdagshaldið verður aftur koyrt gjøgnum býin og Føroya Ellisakfør bjóðar kaffi og køkur til limir sínar í felagshølinum yviri við Strond. Føroya Eliisakfør hevur 160 limir.