Flaggsøgan hjá Niels Juel Arge, sum kom út út fyri 25 árum síðani, hevur ikki verið at fingið leingi.
Søgan er so mikið áhugaverd og týdningarmikil, at vit hava hildi, at tað er ómakin vert at geva hana útaftur, sigur forlagið Tjarnardeild, sum nú hevur givið útaftur hesa spennandi og hugvekjandi bók um stríðið fyri viðurkenning av føroyskum flaggi.
Flaggsøgan kom út í 1980, og var hetta áðrenn Niels Juel Arge fór undir bókaverkið »Stríðsárini 1-6«, sum kom út árini 1985-90.
Meðan bøkurnar um stríðsárini vórðu fyrireikaðar, varð víðfevnt granskingararbeiði gjørt serliga í bretskum, men eisini føroyskum, donskum og týskum skjalagoymslum um hersetingarárini 1940-45, skrivar forlagið í innganginum til bókini.
Tað sømdi seg ikki, at ein tjóð ikki kundi siga frá sorg ella gleði við sínum egna merki, hildu studentarnar í Keypmannahavn í 1919. Teir settu sær fyri at gera uppskot til føroyskt tjóðflagg.
Merkið veittraði fyrstu ferð sama árið. Tað sást fyrstu ferð á báti í 1920. Í 1923 veittraði tað fyrstu ferð á føroyskum fiskiskipi, og føroyskir skiparar sigldu skjótt bert undir Merkinum, men tað kostaði teimum rættindi.
Á altingshátíðini á Tingvøllum í 1930 kravdi og fekk danski forsætisráðharrin føroyska flaggið strikað. Á Tinghúsvøllinum í Havn rópti amtmaðurin: »Tag den klud bort«, tá Páll í Kirkjubø hongdi Merkið út av einum loftsvindeyga í tinghúsinum 900 ára dagin fyri falli Ólavs kongs.
Tað kom rættiliga til skarpskeringar í 1940. Bretska hersetingarvaldið vildi ikki lata føroyingar sigla undir donskum flaggi, men amtmaðurin kravdi, at teir skuldu. Føroyingar sjálvir aftraðu seg.
Eftir miklan gleim í landsnevndini og í havnargøtum avgjørdu bretskir myndugleikar tann 25. apríl, at føroyingar skuldu sigla undir Merkinum. Tað var hátíðardagur í Føroyum.
Alt hetta og nógv aftrat kann lesast í flaggsøguni Merkinum, sum í bókabúðunum kostar 299 krónur.
Flaggsøgan Merkið
Triðja økta útgáva
Høvundur: Niels Juel Arge
Útgáva: ForlagiðTjarnardeild
Ritstjórn: Jógvan Arge
Prent: Føroyaprent
Tekningar: Tummas Mikael Smith, Bibi Haraldsen og Óli Petersen
Perma: Oskar Hermansson
Nógvar góðar myndir úr flaggsøguni
Síðutal 208
Prísur 299 kr.