Flakavirkið í Vági til sølu fyri 30 milliónir

Stjórin í Fiskavirking hevur bjóðað suðuroyingum at keypa flakavirkið í Vági fyri 30 milliónir

 Suðuroyingar hava nú fingið at vita frá Fiskavirking, at teir eru vælkomnir at keypa flakavirkið í Vági fyri 30 milliónir.

Tað varð upplýst á kreppufundi, sum arbeiðarafeløgini í Suðuroy skipaði fyri í Vági í gjár, um vánaligu støðuna í Suðuroy.

Við á fundinum vóru eisini umboð fyri bý-og bygdaráð í oynni, landsstýrisfólk og landsstýrisfólk.

Á fundinum tosað um, hvat kundi gerast við støðuna í Suðuroy, har arbeiðið er munandi minkað, serliga hetta seinasta hálva árið,.

Flakavirkið í Vági hevur staðið stilt í at kalla seks vikur, samstundis sum bæði Føroya Tele og Føroya Banki hava sagt fólki upp.


30 milliónir á borðið

Fundarfólk siga fyri Sosialinum, at á fundinum upplýsti borgarstjórin í Vági, at hon hevði verið í samband við stjóran í Fiskavirking og tað endaði við, at stjórin bjóðaði suðuroyingum flakavirkið í Vági til keyps fyri 30 milliónir.

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at hon hevur verið í sambandi við nevndarformannin í Fiskavirking at vita, hvørjar ætlanir, fyritøkan hevur við virkinum í Vági.

- Nevndarformaðurin vísti til stjóran og í samrøðu við meg fríggjadagin, varð ein prísur upp á 30 milliónir fyri virkið í Vági, nevnt, sigur hon

Men tað fyriliggur so ongin ætlan um tað, leggur hon afturat.

Hon staðfestir, at Vágs Kommuna ætlar ikki á nakran hátt at leggja Fiskavirking fótonglar í vegin fyri virkseminum í Vági.

- Men sjálvandi hevur tað størsta áhugan hjá kommununi, at fáa at vita, hvørjar ætlanir, fiskavirking hevur við virkinum í Vági, tí tað hevur so stóran týdning fyri fíggjarstøðuna hjá Vágs Kommunu.


Má takast upp

Kirstin Strøm Bech sigur, at býráðið fegnaðist um, tá ið fiskavirking fekk gongd aftur á virkið í Vági og at tað besta hevði verið, at arbeiðið á virkinum varð varðveitt.

Tað var rættiliga nógv arbeiðið á virkinum alla tað fyrstu tíðina, men seinastu vikurnar hevur onki verið.

Men klárar Fiskavirking ikki at hava virkið í Vági ígongd, er tað ein spurningur um, hvat so skal henda, um Fiskavirking er sinnað at lata onnur sleppa framat virkinum.

Men so er tað tann seinasti trumfurin og tað er, at Virkið hjá fiskavirking stendur á grund, sum er leigaður frá kommununi.

Og kommunan hevur fyrr róð framundir at siga sáttmálan upp, so at fiskavirking má taka virkið niður, so at onnur kunnu fáa atgongd til grundøkið.

Tann spurningurin er ikki aktuellur í løtuni, men kemur ikki gongd á aftur, er hetta ein spurningur, sum býráðið noyðast at taka upp, sigur Kirstin Strøm Bech.

- Vit eru ikki úti eftir, at fiskavirking skal selja virkið í Vági, men er áhugi ikki fyri at hava tað opið, má tann spurningurin eisini takast upp, sigur Kirstin Strøm Bech.

Vit hoyra meiri um fundin um støðuna í Suðuroy í seinni bløðum.