Flash mob á Vaglinum í Havn

Í gjár varð skipað fyri eini sonevndari »flash mob« á Vaglinum í Havn. »Flash mob« er, tá fleiri fólk savnast brádliga á einum almennum stað og gera eina felags handling, sum ofta er stuttlig, fyri síðani at spreiðast aftur. Í útlondum kenna vit hetta, tá fólk eitt nú á tokstøðum brádliga fara at dansa ella gera fimleik ella líknandi.

 

Tað var Gunn R. Joensen, ið hevur nógvar royndar innan fimleik og dans, sum skipaði fyri, og vóru tað fimleikagentur og onnur, sum luttóku í einum dansi við lummalyktum í skýmingini um hálvgum fimmtíðina seinnapartin í gjár.

 

Tiltakið var framman fyri kioskina hjá Astu.

 

Sí video niðanfyri...