Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
----------------
Nógv kjak hevur seinastu tíðina verið um skattalættan í samgonguskjalinum. Bløðini hava millum annað sett tabellir upp, sum vísa, hvussu nógv teir ymisku lønarbólkarnir kunnu rokna við at fáa í lætta. Longu her vendir myndin skeivt, tí tað avgerandi er ikki, hvussu nógv vit fáa í lætta, men heldur hvussu nógv vit skulu gjalda.
Tá vit tosa um skattalættar, so samanbera vit nýggja skattastigan við tann gamla. Hetta merkir, at hóast summi fáa meira skattalætta enn onnur, so er ikki vist, at nakað er galið við nýggja skattastiganum. Tað kann líka so væl vera, at feilur var í gamla stiganum, og tað haldi eg sjálvur, at tað var.
Eg kann til stuttleika nevna, at sambært Hagstovuni, eru einir 80 føroyingar, sum rinda minni enn null krónur í skatti (altso negativan skatt). Hesi fáa pengar útgoldnar úr landskassanum, tí teirra inntøka er so lítil, at barnafrádrátturin er størri enn skattarokningin. Er tað órættvíst, at hesi fólkini fáa minni skattalætta enn tey, sum rinda nógvan skatt?
Flatskatturin er ikki flatur
Skattalættin í samgonguskjalinum verður nevndur flatskattur, men hetta navnið er misvísandi, tí talan er ikki um flatan skatt.
Sjálvur haldi eg ikki at tað er nakað galið í tí, at fólk sum hava høgar inntøkur rinda meira til samfelagið, enn tey við lægri inntøkum. Men tá tað er sagt, so haldi eg eisini, at skatturin í Føroyum treingir til at gerast flatari, enn hann hevur verið.
Eg vísti í eini blaðgrein í vár á eitt dømi, har ein persónur fær 50.000 krónur í lønarhækking, men tá skattur og gjøld eru farin av, og frípláss í barnaansingini eru horvin orsaka av lønarvøkstrinum, so hevur hann nógv minni eftir, enn hann hevði áðrenn lønarhækkingina. Tá er nakað galið við skipanini. Eingin tímir at gjalda fyri at arbeiða.
Dimmalætting fór avstað við greinini
Tá hendan nevnda greinin hevði staðið í bløðunum, blivu tey á redaktiónini á Dimmalætting so glað fyri hana, at tey yvirtóku greinina og gjørdu hana til sína egnu. Dagin eftir stóð á sjálvari forsíðuni, at tað loysir seg ikki at arbeiða, og inni í blaðnum stóð um hetta løgna samfelagið, har fólk høvdu minni eftir, tá tey arbeiddu meira. Og næsta dagin hevði sami boðskapur fingið pláss í sjálvari oddagreinini. Yvirskriftin var: ”Eigur at loysa seg at arbeiða”. Oddagreinin endaði við hesum orðunum: ”At ein lønarhækking uppá 50.000 krónur ger, at summi missa 17.000 krónur, er heilt burtur við”.
Nú verður endiliga nakað gjørt við henda trupulleikan, men nú skrivar Dimmalætting síðu upp og síðu niður um, hvussu ræðuligt tað er, at høgu lønirnar fáa meira í skattalætta enn tær lægru lønirnar. Jú men, var tað ikki júst tað, sum blaðið mælti til í vár? Hvussu hevði Dimmalætting annars ímyndað sær, at tað skattliga skuldi fara at loysa seg at fáa lønarhækking?
Skatturin verður framvegis progressivur
Um vit hyggja eftir inntøkubólkunum, og ístaðin fyri at hyggja eftir skattalættanum, heldur hyggja eftir skattarokningini, so sær úrslitið soleiðis út (aftaná skattalættan).
Inntøku um árið
Skattur
Skattaprosent
60.000
0
0
120.000
11.000
9,2
180.000
23.000
12,8
240.000
35.000
14,6
300.000
47.000
15,7
360.000
59.000
16,4
420.000
71.000
16,9
480.000
83.000
17,3
540.000
95.000
17,6
600.000
107.000
17,8
660.000
122.000
18,5
720.000
137.000
19,0
780.000
152.000
19,5
840.000
167.000
19,9
900.000
182.000
20,2
960.000
197.000
20,5
1.020.000
213.000
20,9
1.080.000
231.000
21,4
(Tølini fyri inntøku og skatt eru tikin úr Dimmalætting. Prosentrokningarnar eru mínar egnu)
Hetta yvirlitið vísir, at skattaprosentið eisini aftaná skattalættan fer at hækka so hvørt sum lønin veksur. Hóast inntøkan hjá tí sum vinnur 1,08 mió. krónur er 9 ferðir so stór sum inntøkan hjá tí sum vinnur 120.000 krónur, so verður skattarokningin heilar 21 ferðir so stór.
Eg skal ikki siga, at hetta er tað avgjørt besta úrslitið, vit kunnu lenda á. Talan er um eina politiska semju, og tá fært tú ongantíð alt títt ígjøgnum. Men eg havi eina vón um, at vit við hesum sleppa undan teirri støðuni, at fólk mugu gjalda fyri sína lønarhækking, og samtíðis fara tær hægstu inntøkurnar framvegis at rinda lutfalsliga meira til samfelagið, enn tær lægru inntøkurnar.
Skattalættin má fíggjast
Nakað heilt annað er, at ein og hvør skattalætti má fíggjast. Tí er neyðugt at finna nýggjar inntøkur ella sparingar á fíggjarlógini, sum svara til skattalættan. Og eydnast tað at fáa blokkstuðulin tiðnaðan, so skulu teir pengarnir ikki brúkast til at fíggja ein skattalætta. Pengarnir fyri skattalættan skulu finnast í Føroyum.