Fyri knøppum ári síðani skrivaðu vit her í blaðnum, at Kristian Johansen hevði fingið danska Peter Lorentzen sum makkara í altjóða dømingini. Vanligi makkarin hjá Kristiani undan hesum, Hjalmar Petersen, er jú ikki aktivur sum dómari longur, og sum tað framgongur aðra staðni her á síðuni, so er fyrrverandi makkarin hjá Peter eisini givin sum dómari.
Eftir einstakar uppgávur hjá nýggja parinum, er nú líkt til, at verulig ferð er komin á dømingina hjá teimum báðum. Í august mánaði vóru teir við í eini kapping í Danmark, har teir innan tríggjar dagar dømdu ikki færri enn átta dystir. Fyri trimum vikum síðani vóru teir so í Luxemburg, har tveir dystir í øðrum umfari av Europa-Cup kappingini vóru á skránni, og her gekst teimum heilt væl.
Somikið væl, at teir nú aftur hava fingið boð um at døma í triðja umfarinum av Europa-Cup. Talan verður um dyst í Svøríki, har Halmstad tekur ímóti íslendska Kópavági, og verður tann dysturin nú leygardagin, komandi.