Bygdaleiðir koyra ikki í Sandoynni í morgun, og koyrt verður heldur ikki á leiðini millum Sandoynna og Havnina - fyri veður, verður sagt.
Sama er við farleiðini millum Havnina og flogvøllin og millum Havnina og Vestmanna, har heldur eingin koyring hevur verið í morgun.
- Nærri kunning um, nær koyringin á hesum farleiðum verður tikin uppaftur kemur um middagsleitið, siga tey hjá Strandfaraskipum Landsins.
Sildberin siglur ikki til Skúvoyar í dag, og fyrsta fráferð hjá Smyrli í dag verður av Krambatanga klokkan 11.30.
- Um viðrar siglir Smyril síðan eftir galdandi ferðaætlan tað, ið eftir er av degnum, siga tey hjá Strandfaraskipum Landsins í morgun.
##med2##