Fleiri bátapláss mugu fáast til vega komandi valskeið. Royndir eru gjørdar í Álakersvík, og tá Skansabryggjan – sum Tjóðveldið var ímóti – er útbygd, verður Álakersvík kyrrupláss. Harafturat eigur Tórshavnar Havn at kanna aðrar møguleikar.
Báturin hevur stóran týdning. Bæði fyri trivnaðin, útróðrarmentanina og fyri búskapin hjá mongum húski.
Fleiri hundrað fólk standa á bíðilista til bátapláss í Tórshavnar kommunu. Tað ber ikki til, tí vit eru ein siglandi tjóð, og uppvaksandi ættarliðið má læra at fara á flot og royna seg í báti. Hesin tørvur má nøktast.
Fyri fleiri árum síðani vórðu royndir gjørdar í Álakersvík. Tá varð mett, at eini 50 bátapláss kundu fáast har. Nú siga nýggj tøl 150 bátapláss.
Bátahylurin í Kaldbaksbotni eigur eisini at verða bygdur út. Sum er liggja bara einir 8 bátar innanfyri grótkastið.
Tórshavnar Havn átti at kanna møguleikarnar at longt grótkastið við gróti frá undirsjóvartunlinum og lagt bátabrúgvar út. Tað tekur bara 12-14 minuttir at koyra úr Havn inn í Kaldbaksbotn.
Ætlanir eru um at útstykkja fleiri grundstykki í Kaldbak. Fleiri fólk merkir størri tørv á bátaplássum. Bátahylurin í bygdini er alt ov lítil, og bátar liggja illa um veturin, tí tá brýtur aldan uppum lága verjugarðin. Tí átti bátahylurin at verið víðkaður og nýggjur verjugarður at verið gjørdur.
Hetta er eitt av trivnaðarmálunum, sum eg vil arbeiða fyri, um tit vísa mær álit á valdegnum 8.november.
X Høgna Joensen
Valevni á lista C