Fleiri bilar tiknir í undirsjóvartunlum

– Og á Glyvursvegi verður altíð onkur tikin

Løgreglan hevur aftur gjørt ferðmátingar, og hesaferð hava tey mest verið í Norðoyatunlinum. Har vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Har er loyvt at koyra 80, men tríggir bilførarar fingu bót fyri at koyra ímillum 81 og 100 kilometrar um tíman. Harafturat fingu tríggir bilførarar eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman.

 

Í einum øðrum umfari fekk eisini ein bilførari klipp í koyrikortið í undirsjóvartunlinum. Og á Glyvursvegi, sum gongur frá rundkoyringini á Velbastaðvegnum, um brúnna um Sandá, og niðan til skúlan á Argjahamri, verður onkur tikin hvørja einastu ferð, løgreglan ger ferðmátingar har. Og tað er ofta at tey gera ferðmátingar har, tí har er bara loyvt at koyra 50, men har koyra bilarnir altíð ov skjótt. Soleiðis var eisini nú og hesa ferð fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 81 og 90 kilometrar um tíman.