Fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Og hjá nøkrum av teimum er koyrikortið í vanda

Í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna, og tað var ikki til fánýtis, tí fleiri bilførarar vórðu skrivaðir upp og fáa eina heilsan frá løgregluni ein av døgunum.

 

Løgreglan sigur, at sjey bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt og hjá nøkrum av teimum er koyrikortið í vanda.

 

Ein varð tikin fyri at koyra 84 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80.

Av tí, at bilførarin hevur havt koyrikortið í styttri enn trý ár, fær hann koyriforboð og má sostatt lata koyrikortið frá sær. Bilførarin fær ikki koyrikortið aftur, fyrr enn hann hevur tikið tímar í bæði teori og koyring og staðið nýggja koyriroynd.

 

Hevði hann havt koyrikortið í longri enn trý ár, hevði hann mist tað treytað og tað merkir, at hann missur ikki koyrikortið í fyrstu syftu, men má taka tað av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir.

 

Annars fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er.

 

Somuleiðis varð ein bilførari tikin fyri at koyra 111 kilometrar um tíman í óbygdum øki í Kollafirði, har tað er loyvt at koyra 80. Hann missur koyrikortið treytað, og má sostatt upp til nýggja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.

 

Men ímeðan løgreglan avgreiddi málið um hendan bilførari, kom ein annar bilur koyrandi og har var bilførarin so óansin, at hann rendi upp í reyvina á bilinum, løgreglan hevði tikið. Tvey fólk fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, bilførarin á bilinum, sum rendi á, og eitt ferðafólk í bilinum, sum varð árendur.      

 

Enn er ikki avgjørt, hvussu hetta málið verður avgreitt, men vandi er eisini fyri, at bilførarin, sum rendi á, missur koyrikortið treytað fyri at vera so óansin, at hann koyrdi á.