Fleiri bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan kannaði ferð í gjár, og tað gav nógv 10 klipp í koyrikortið ein eina treytaða frádøming av koyrikorti

Tá løgreglan í gjár kannað ferð á einum vegastrekki í Klaksvík, har ferðin var niðursett til 40 km um tíman, fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið. Tveir teirra, fyri at koyra 60 km um tíman, tveir fyri at koyra 61 km um tíman og ein fyri at koyra 62 km um tíman. Ein teirra fekk harumframt eisini eitt klipp, tí hann hevði barn í bilinum, sum ikki sat íbundið.

Í Hvannasundstunlinum varð ein bilførari tikin fyri at koyra 109 km um tíman. Hann fekk eisini klipp í koyrikortið.

Løgreglan gjørdi eisini kanningar millum Fjarða í Eysturoy. Har fekk ein klipp í koyrikortið fyri at koyra 109 km um tíman, og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 115 km um tíman.

Í Kaldbaksbotni fekk ein bilførari tvey klipp fyri at gera tvær ólógligar yvirhálingar.

Stutt fyri klokkan 23 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein 12 ára gomul genta varð sligin. Tað hendi í familjusamanhangi, og løgreglan viðger tað sum eitt harðskapsmál. Av tí at talan er um eitt 12 ára gamalt barn er tað eisini eitt barnaverndarmál, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglan var eisini úti í býarlívinum í nátt, man har var friðarligt og einki mál skrivað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.