Hvussu heldur tú jól, og hvat siga jólini tær?
- Eg haldi jól saman við familjuni, og fyri meg hava løturnar saman við teimum sera stóran týdning. Eg havi ofta nógv um oyruni í gerandisdegnum, og tí royni eg at gera eyka nógv burturúr at hugna mær saman við familjuni og vinum um jólini.
Tað sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, sum In.fo hevur sett nakrar spurningar.
Hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?
- Øll míni barnaár havi eg fingið ræst kjøt jólaaftan, men hetta er broytt seinastu árini. Nú fáa vit altíð dunnu við øllum tí, ið hartil hoyrir. Hinar jóladagarnar eta vit so ræst kjøt, og ofta verður eisini nógv gjørt burturúr breyði við føroyskum viðskera til nátturða.
Hvussu hevur 2015 verið fyri teg?
- Hetta árið hevur havt nógvar nýggjar avbjóðingar við sær, og eg haldi, at árið sum heild hevur verið framúr gott. Eg tók við sum formaður í Nýtt Sjálvstýri fyrr í ár, og síðani tá hava vit verið til val tvær ferðir. Tað var ein rættiliga stórur biti at svølgja, og eingin væntaði nakað stórvegis av flokkinum. Tí eri eg eisini serliga glaður um úrslitið til løgtingsvalið, har vit øktu um tingmannatalið.
Jógvan Skorheim sigur, at sum borgarstjóri gleðist hann um, at kommunan hevur havt metstórar inntøkur, umframt at her bæði hevur verið tilflyting og stórur fólkavøkstur.
- Í ár setti ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin eisini met, so eg fegnist sjálvsagt um, at nógv lív er í Klaksvík. Samstundis byrja vit eisini av álvara at síggja broytingar í komandi miðbýnum, sum uttan iva fer at verða eitt lívligt savningarstað í Klaksvík, umframt at vit hava sett sjøtul á nýggja skúlabygningin, sum um nøkur ár fer at húsa einum stórum nútímans skúla.
Hvat var besta upplivingin - ella hendingin - hjá tær í 2015?
- Sum sagt hevur árið verið eitt av teimum heilt góðu, so eg havi nógvar góðar løtur at velja ímillum. Politiskt var tað ein stórur sigur, tá Nýtt Sjálvstýri fekk tveir tinglimir á løgtingsvalinum, tí tað hevði eingin væntað bert fáar mánaðir frammanundan.
Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015?
- Eins og øll onnur, so havi eg góðar og minni góðar løtur ígjøgnum eitt heilt ár. Men, sum heild hevur 2015 hilnast so mikið væl, at eg komi ikki at hugsa um nakra beinleiðis keðiliga uppliving.
Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?
- 2015 hevur verið eitt slóðbrótandi ár á grøna økinum. Í Klaksvík nærkast sjóhitaskipanin av álvara nú, og haraftrat er komin almenn løðistøð til el-bilar. Sum kommuna mugu vit útvega fleiri bíligar íbúðir. Málið fyri 2016 er, at vit fáa sett sjøtul á fleiri nýggjar íbúðir. Við verandi bygging í miðbýnum og teimum vardu íbúðunum, sum vit hava tikið í nýtslu í ár, so hava vit fingið 50 nýggjar íbúðir, og við einum átaki aftrat, eiga vit at kunna koma upp á 70 íbúðir. Tað haldi eg, at vit skulu stremba eftir í 2016, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
https://web.facebook.com/skorheim