Fleiri kommunur bjóðaðu seg fram at halda fólkafundin næsta ár.
Tað sigur Ólavur í Geil Guttesen, sum er ein av teimum, sum fyriskipar fólkafundin, við Rás2.
Hann sigur, at tilboðið tey fingu frá Runavíkar Kommunu, ljóðaði so mikið gott, at tey tóku av.
Ikki minst var tað lokkandi, at fólkafundurin skal haldast í nýggju tvíhøllini við Løkin.
Hann sigur, at roynt verður alla tíðina at menna fólkafundin og hesuferð verður miðað eftir at hava ein serligan dag fyri næmingar í framhaldsdeildum og miðnámsskúlum og so verða tiltøkini á fundinum lagað til tað.
Myndin er frá seinasta fólkafundi í Klaksvík, har eisini Meginfelag teirra Brekaðu vísti flaggið.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Ólavur í Geil Guttesen segði við Hilmar Jan Hansen á Rás2 um fólkafundin.
|