Tað hevur veruliga merkt Hoyvík, Tórshavn og Argir, at Tórshavn Marathon hevur verið á skránni í dag.
Ferðslan hevur verið stongd í einum ógvuliga stórum parti av høvuðsstaðarøkinum. Mong fólk í høvuðsstaðarøkinum passaðu sær løðir til klokkan trý at fara niðan á brennistøðina á Sandvíkahjalla, men hesir havnarborgarar eru øll farin nakkalang heimaftur, tí ruskbrenningin er eisini rakt av teimum serligu umstøðunum, sum eru í høvuðsstaðnum í dag.
Tað hevur verið frammi í miðlunum, at normal koyriviðurskifti skuldu aftur verða galdandi, aftaná klokkan trý í dag.
Bara ta einu lítlu løtuna klokkan 15.10 vóru fleiri akfør full av húsarhaldsruski stødd á Sandvíkahjalla, sum øll máttu venda heimaftur við ruskinum hjá sær. Hesi sleppa ikki av við tað, fyrr enn triðja hvítusunnudag, týsmorgun 10. juni.
So á mangan hátt hevur talan verið um eina undantaksstøðu í dag.