Á býráðsfundinum hóskvøldið fer býráðið at taka støðu til at økja talið av nevndum í Tórshavnar býráð úr seks upp í sjey.
– Tað er í sambandi við, at býráðsmeirilutin skjýtur upp at stovna nýggja nevnd, ið skal umsita eldraøkið v.m., at tað er neyðugt at broyta kommunustýrisskipanina, ið ásetur, hvørjar fastar nevndir skulu verða valdar, .
Tað sæst í skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið. Tað er ásett í § 28, stk. 1 í kommunustýrislógini, at settar skulu verða ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri nevndir til beinleiðis fyrisiting av kommunalum viðurskiftum, og í § 20 í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu er ásett, hvørjar fastar nevndir skulu verða valdar.
– Skotið verður upp at seta á stovn eina eldranevnd, ið m.a. skal varða av heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, og í hesum sambandi verður skotið upp at broyta kommunustýrisskipanina, so talið á føstum nevndum hækkar úr 6 upp í 7, soleiðis at møguligt verður av velja limir í nýstovnaðu eldranevndina, skrivar nýggi meirilutin í Tórshavnar býráð.
Tá ið talið á nevndum hækkar úr 6 upp í 7 ávirkar hetta samsýningina til nevndarformenninar, og tískil er eisini neyðugt at broyta kommunustýrisskipanina viðvíkjandi teirri áseting, ið snýr seg um samsýning til nevndarformenn.
Býráðsmeirilutin skjýtur harumframt upp at broyta samsýningina til varaborgarstjóran soleiðis, at varaborgarstjóri fær eina árliga samsýning uppá 10% av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum jfr. § 10, stk. 2 í kunngerð um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
Ásett er í galdandi kommunustýrisskipan, § 40, 9. petti, at varaborgarstjórin og 2. varaborgarstjóri hvør sær fáa eina árliga samsýning uppá 5 % av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum, og henda áseting má tískil broytast samsvarandi uppskotinum hjá meirilutanum fyri at fáa gildi.
Sjey fólk eru í nýggja meirilutanum í Tórshavnar kommunu. Annika Olsen er borgarstjóri og harvið fastur formaður í fíggjarnevndini. Við broytingini fáa hinir seks býráðslimirnir nú ein formanssess í part.