Í løgtinginum h. 16 sept. svaraði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Axel Johannesen, fyrispurningum um sjúkuna CTD. M.a. varð spurt um egingjald fyri kanningar, genkanningar ella ikki, um mótstríðandi serfrøðingaúttalilsir o.m.a. Flestu vóru samd um, at var ivi áðrenn, so bøttu svarini ikki um hendan. Og eg skilji at sami ivin og ógreiðan hevur volt fíggjarnevndarlimum stórt høvuðbrýggj, og kravt innkalling av fleiri serfrøðingum. Hesir hava so aftur avdúka, at ikki øll, sum eru fremst á økinum, geva somu ráð.
Sjálvur havi eg, av sorgarsøgum, og útfrá samskifti við sjúklingar og serfrøðingar, valt at senda so mong, sum eg meti eiga at fara, men eisini tey, sum av ótta og ófriði ynskja tað, til rannsóknir - helst bæði CTDblóðroyndarmátingina- og genkanningar. Veit væl at hetta er kostnaðarmikið, men meti, at hetta samsvarar við læknaligu skyldu mína, at viðgera og bjarga, og at mannalív hvørki mugu ella kunnu roknast í krónum og oyrum.
Men so kom órógv í.
Men bráddliga boyttist møguleikin hjá kommunulæknanum at bíleggja hesar royndir útfrá egnari sannføring. Treytir vórðu lagdar við- treytir, sum als ikki hóvaðu mær og fleiri. Men harraboðini komu frá hægri stað. Nú skuldi ikki leitast eftir berarum, tóat allir føringar, lærdir og leikir, sum lurtaðu eftir fyrilestri í miðlahúsinum/ Rás 2, fingu boð frá hægsta serfrøðinginum á økinum, at: berarar mugu finnast og berarar mugu viðgerast. Nei, svaraði landsstýrismaðurin í løginginum, og vísti til sama serfrøðing, sum tó ikki hevur tikið orð síni aftur- berarar skulu ikki viðgerast. Og so brúkti hann ein nýggjan trumf: berarar eru frískir, og vit kanna ikki frísk fólk. Vilja hesir frísku berarar kannast, mugu teir sjálvir gjalda, vit kunnu ikki gjalda fyri kanning av frískum fólkum.Tóat rættleikin av hesum seinasta verður mótprógvað hvønn dag, lata vit tað fara í hesari grein.
Men týsdagin broytist alt aftur.
Í sosialinum týsdagin hálsar landsstýrismaðurin bráddliga umaftur, tó uttan frágeiðing ella tilvísing til nakra vísind. Nú stendur fíggjarnevndin fyri skotum, og limirnir har fáa at vita, at játta teir ikki her og nú tann peningin, sum ætlaðu kanningarnar av teimum, sum sb. landsstýrisamnninum eru frísk, fer at kosta ( meira enn egingjaldið uppá ein hundrakrónuseðil), kann tað krevja mannalív.
Ivin má koma øllum til góða.
Eg og onnur við mær, eisini læknaligir og genetiskir serføðingar, hava úrslitaleyst roynt at fingið landsstýrismannin at taka øll atlit við í hesum trupla máli. Sjálvandi skulu allir føringar, og serliga nú ivamálini eru so mong, sleppa av við nagandi ivan um hann, hon ella kanska børnini ( og til tað kevjast tveir berarar sum foreldur) hava ættarbregði til hesa herviligu sjúku!
Nú landsstýrismaðurin opið játtar, at hesi “frísku”, kunnu doyggja av sjúkuni, hómi eg møguleikan fyri, at kommunulæknarnir aftur fáa fult frælsi at røkja sínar sjúklingar eftir egnari sannførðing. Tað inniber eisini, at fígjarnevndin mælir til játtan av tí peningi , ið er neyðugur, til hesar kanningar. Og at vit politikkarar ikki áleggja annað egingjald enn tað, ið sum skattur samhaldsfast verður kravt inn frá hvørjum einstøkum føringi til m.a. kanningar í heilsuverki okra.