Týska løgreglan skrivar seinnapartin í dag á Tvitter, at fleiri hava fingið skaða, og onnur eru deyð í einum knívaálopi í týska býnum, Würzburg. Tað var ein maður, sum leyp á fleiri fólk við knívi. Sambært týska blaðnum Bild eru í minsta lagi trý fólk deyð og seks hava fingið skaða í álopinum.
Sjálv sigur løgreglan, at fleiri hava fingið mein, og onnur eru deyð, men løgreglan hevur enn einki sagt um, hvussu mong eru vorðin rakt í hendingini.
Bild veit at siga, at vápnað løgreglufólk lupu á brotsmannin við skotvápnum, og løgreglan vissar fólk í býnum um, at vandin er av.
Løgreglan heldur, at talan er bara um hin eina brotsmannin, og sambært Bild varð hann raktur í beinini, tá løgreglan royndi at handtaka hann. Løgreglan hevði frammanundan boðað frá, at talan var um eitt stórt løgregluátak, og tískil bóðu tey fólk um ikki at ferðast í økinum.
Upptøkur frá hendingini á sosialum miðlum vísa ein mann í hvítari masku, sum hóttir fólk við knívi. Upptøkur vísa eisini, at fleiri fólk í gøtuni royna at steðga brotsmanninum við sínum illgerningi.