Enn einaferð er tað Magnus Heinason - okkara góði, gamli Magnus - sum er á Føroyabanka og ger váryvirlitstrolingar. Tað er altíð spennandi, tá havrannsóknir vera gjørdar á Bankanum, har eingin vinnuligur fiskiskapur hevur verið í fleiri ár.
Nú ljóðar frá túrinum hesaferð, at skipið hevur fingið so mikið av stórum og góðum toski, at føroyingar í øllum førum fáa høvi at smakka henda ediliga og serstaka fisk einaferð seinnapartin í komandi viku á matstovunum, Barbaru, Húsagarði og Hallartúni.
Hesar matstovur fara nevniliga allar at hava fisk av Føroyabanka í sínari matarskrá.
Tað hevur ikki verið nakað serligt við toski á Føroyabanka í fleiri ár. Okkurt árið var líkt til, at toskurin var við at koma fyri seg afur, men so vísti tað seg kortini, at tað ikki gekk heilt, sum vit vildu. Hinvegin hevur rættiliga nógv hýsa verið á Bankanum seinnu árini.
Sagt verður um fiskin av Føroyabanka, at hann telist milllum heimsins bestu rávørur, og hesuferð er avgjørt, at fleiri av okkara bestu matstovum fáa part av veiðini, soleiðis at so nógvir føroyingar sum tilber kunnu fáa høvi royna ogn allra føroyinga.
##med2##
Spennandi verður eisini, hvussu okkara dugnaligu kokkar - hvør í sínum lagi og á ymiskan hátt - fara at arbeiða við toskinum og fiskinum av Føroyabanka annars. Umframt tosk og hýsu, plagar Magnus Heinason eisini at fáa nakað av stórum høgguslokki.
Samskiparin, Johan Mortensen, sigur seg vóna, at til heystar, tá vit vónandi hava latið Føroyar upp aftur, kunnu menna hetta tiltak, sum Føroyabankakvøldini byrjaðu, til ein veruligan maritiman matfestival.
- Áhugin uttanlands fyri Føroyabanka er sera stórur. Bankin hevur eitt ómetaliga stórt virði sum brand, bæði fyri okkara fiski-og matstovuvinnu - ja, hesin fiskur er "jurassic park”, sum samskiparin og íbirtarin tekur til.
##med3##