Ferðafólkini, sum ferðast um flogvøllin í Vágum, gerast alt fleiri í tali. Fyrra hálvár í ár ferðaðust 1,8 prosent fleiri fólk um flogvøllin, enn tey gjørdu somu seks mánarnar í fjør.
Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum er vaksið hvønn mánað í ár í mun til í fjør uttan í juni, vísa hagtøl frá flogvøllinum í Vágum.
Jákup Persson, varaleiðari á flogvøllinumi Vágum, sigur, at tað er fótbólturin, sum »hevur skyldina«, sum hann tekur til.
Í juni í fjør ferðaðust 8,7 prosent fleiri fólk um flogvøllin, enn tey gjørdu sman mánað í ár. Fráferðirnar og komurnar vóru í fjør heili 15,9 prosent fleiri enn í ár.
Tað hevur sína frágreiðing í, at týskarar vóru her og spældu fótbólt í juni, eins og føroyingar vóru í Íslandi og leiktu. Í tí sambandinum var heilt nógv ferðing, greiðir Jákup Persson frá.
Tað sæst eisini aftur í talinum av ferðum til og úr Bretlandi, sigur hann. Samlaðu túrarnir til og úr Bretlandi eru fækkaðir við ikki færri enn 30,7 prosentum. Týskarar høvdu leikt í Skotlandi, beint áðrenn teir komu til Føroya, og tí vóru eisini fleiri flogfør haðani við týskum viðhaldsfólki.
Eitt annað, ið ávirkar talið á fráferðum og komum eitt sindur, er tað, at flúgvinigin til Íslands í vetur bert hevur verið við flogførunum hjá Atlantsflogi, sum eru størri og tí klára flutningin við færri túrum, enn tey smærru íslendsku flogførini. Íslendingarnir eru júst byrjaðir aftur at flúgva fyri summarið, sigur Jákup Persson.
Eisini hevur tyrluflúgvingin verið nakað minni í ár enn í fjør, og tað sæst eisini aftur á hgatølunum, sigur hann. Tyrlan verður eisini skrásett við komu og fráferð.
Tað, sum hugaligt er at síggja í hagtølunum, er, sigur Jákup Persson, at tær føstu ruturnar hava framgongd.
Danmarkarrutan stendur fyri einum vøkstri upp á heili 4,8 prosent, og samanlagt er vøksturin á rutunum 3,3 prosent, hóast lækkingina í talinum á fráferðum og komum.
?Tað er hóast alt teimum føstu rutunum, livast skal av. Leigutúrarnir koma so sum eitt ískoyti, sum er gott at fáa, sigur varaleiðarin á flogvøllinum í Vágum.
Eisini í aðrar mátar eru bæði vøkstur og minking at merkja, sigur hann. Serliga er postflutningurin minkaður. Men farmaflutningurin er kortini vaksin nakað í mun til í fjør.
Hví postflutningurin um flogvøllin er minkaður, dugir Jákup Persson ikki at siga. Um tað man vera tí, at minni postur verður sendur soleiðis yvirhøvur, ella um aðrar orsøkir kunnu vera fyri tí.
?Um tað hendir seg, at plásstrot er í flogførunum, kemur tað fyri, at flogpostur verður sendur við skipi, so tað kann vera ein orsøk, heldur hann uttan tó at siga tað fyri vist.
Hinvegin er farmaflutnignurin vaksin. Serliga í mei mánað er ein øgiligur vøkstur í prosentum í mun til mei mánað í fjør. Men tað kemst uttan iva av, at í mei í fjør var verkfall í Føroyum, vísir hann á.
Jákup Persoson vísir á, at hagtølini kunnu tykjast rættiliga svingandi í samband við post- og farmaflutning um flogvøllin, tí samlaðu nøgdirnar eru so smáar, at broytingar síggjast so øgiliga væl aftur.