Fleiri fólk eru skotin eftir at ein persónur herjaði á fólk við eina tokstøð í München. Løgreglan var skjót á staðið og hon váttar, at fleiri fólk eru skotin, tí eingin hevur latið lív av løstunum í skrivandi stund.
Samstundis er ein løgreglukvinna komin illa til skaða. Hendingin fór fram á einari S-Bahn tokstøð, sum gongur undir München.
- Støðan er undir kontrol, skrivar løgreglan á Twitter síðu teirra. Tyrlur eru á staðnum og serligar løgreglueindir eru á málinum við tokstøðina.
- Ein persónur er handtikin í samband við skotálopið, skrivar løgreglan. Vitni siga, at ein persónur tók pistólin frá løgreglukvinnuni og skeyt hana í høvdið. Hon er í lívsvanda.
Á einum tíðindafundi um støðuna segði talsmaðurin hjá løgregluni, Marcus da Gloria Martins, at tað helst ikki eru átrúnaðarligar ella ideologiskar orsøkir til skotálopið. Heldur verður mett, at tað eru privatar orsøkir til hetta, sigur talsmaðurin.
/ritzau/