Tað hevur mangan verið ført fram, at áhugin millum fólk fyri at taka lut í politiskum arbeiði er lítil og eingin, serliga millum ung og kvinnur. Hetta ætlar Tjóðveldisflokkurin at gera nakað við, og tí hevur flokkurin í kvittanum at skipa fyri nøkrum evnisdøgum við politiskum arbeiði kring landið.
Gera seg galdandi
Á tíðindafundi fyrrapartin hósdagin greiddu tríggir av tinglimum Tjóðveldisflokksins, Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Heidi Petersen frá ætlanunum hjá flokkinum, sum fara av bakkastokki komandi leygardag.
- Tað er fyrst og fremst væntandi luttøkan hjá fólki í politikki, serliga ungum og kvinnum, sum ger, at vit fara undir hetta tiltak. Vit vilja við hesum gera eina roynd at lata hurðarnar í flokkinum upp fyri øllum, segði Høgni Hoydal á tíðindafundinum.
Skipað verður fyri seks evnisdøgum kring landið, og á hesum verða øll samfelagsøki viðgjørd í tráð við stevnuskrá Tjóðveldisflokksins. Tað verða tó ikki bert fólk úr flokkinum, ið fara at greiða frá á evnisdøgunum, tí flokkurin fer eisini at fáa fakfólk at umrøða tey ymisku samfelagsøkini.
Í sambandi við viðgerðirnar av hesum økjum verða politisku málini hjá Tjóðveldisflokkinum eisini endurskoðað, og tí kunnu luttakararnir á evnisdøgunum eisini verða við til at seta dagskránna hjá flokkinum framyvir, siga umboðini fyri flokkin.
Umframt at viðgera ymisk politisk mál verður í vár eisini skipað fyri skeiði í politiskari framløgu. Í Tjóðveldisflokkinum halda tey, at júst óttin fyri ikki at duga nóg væl at føra seg fram, kann verða ein orsøk til, at summi fólk halda seg aftur við at fara upp í politikk, og tí kann eitt slíkt skeið vónandi bøta um hesa støðu.
Ein klubbur av gomlum monnum
Eftir seinasta løgtingsval var nógv orðaskifti um kynsbýtið á tingi, og um væntandi áhugin fyri politiskum arbeiði millum tey ungu. Ætlanirnar, sum Tjóðveldisflokkurin nú hevur lagt fram, er ein roynd at taka um endan á hesum orðaskifti og fáa vent gongdini.
- Um vit skulu verða eitt sindur frek, so kann man siga, at eftir seinasta løgtingsval er løgtingið ein klubbur av gomlum monnum, og vit hava brúk fyri fleiri yngri politikarum og fleiri kvinnuligum politikarum, segði Høgni Hoydal.
Heidi Petersen legði afturat, at Útnorðurráðið hevur gjørt eina samtykt, sum heitir á tingini um at virka fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í politikki. Tó heldur løgtingskvinnan ikki, at ábyrgdin ikki bert liggur hjá tinginum og landsstýrismanninum, men tað er eisini upp til teir einstøku politisku flokkarnar um at handla, og tað er so tað, sum Tjóðveldisflokkurin ger nú, segði Heidi Petersen.
Fyrsti evnisdagurin hjá Tjóðveldisflokkinum verður í Vágum leygardagin, og tá verða evnini "einar rættvísari Føroyar" og "einar tryggari Føroyar".