Fleiri føroysk met í Antwerpen

Fleiri føroyskir svimjarar eru í morgun farnir í eldin í EJM svimjikappingini, sum er í Antwerpen.

 

Í innleiðandi riðilinum í morgun setti Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, við tíðini 24.79. Gamla metið hjá honum frá EJM 2011 var 24.96. Magnus varð nr 8 av 51 luttakarum, og hann er tí eisini væl og virðiliga víðari til hálvfinaluna seinnapartin, har 16 teir fremstu sleppa við.

 

Heðin L. Olsen luttók eisini í kappingini, hann gjørdist nr 48 við tíðini 26.98, eitt sindur frá bestu tíð hansara á 26.41 frá EM í Debrecen

 

Magnus Jákupsson setti fyri løtu síðani eisini føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen svam teinin uppá 57.91 sekund, har metið hjá honum frá Mare Nostrum í Monaco 2012 var 58.12. Tíverri rakk hetta ikki til eitt pláss í hálvfinaluni í 100 metra ryggsvimjing.

 

Kelda: Svimjing.com

 

Um fólk hava hug at fylgja við gongdini í Antwerpen, ber eisini til at fara inn á Facebook bólkin hjá føroysku svimjarunum við at trýsta her