Fleiri føroysk met í Belgia

Tað gongur avbera væl hjá føroysku ÍSB-svimjarunum, sum í hesum døgum luttaka í HM í Belgia. Eftir fyrstu tríggjar dagarnar hava tey bæði sett fimm føroysk met

Fyrr í vikuni var frammi her í blaðnum, at teir báðir føroysku ÍSB-svimjararnir, sum í hesum døgum taka lut í HM-kappingini í belgiska býnum Gent, fingu sera góð úrslit á fyrsta degnum, har Ragnvaldur Jensen m.a. setti tvey nýggj føroyskt met.

Nú eru tveir kappingardagar farnir fram við síðani góða fyrsta dagin í kappingini, og úrslitini eru enn góð hjá Ragnvaldi Jensen og Apoloniu Justesen. Mikudagin skuldi Apolonia svimja tvær kappingar, nevniliga 50 m firvald og 200 m blandað svimjing, og her gekk væl. Í 50 m firvald kom hon á mál í tíðini 44.62 sekund, og var hetta nýtt føroyskt met.

Løtu seinni kappaðist hon í 200 m blandað svimjing, og við tíðini 3:58.47 svam hon sína næstbestu tíð nakrantíð.

Ragnvaldur skuldi eisini í hylin tvær ferðir henda dagin. Fyrst svam hann 100 m frí og kom á mál við tíðini 1:06.97, og løtu seinni skuldi hann svimja 200 m bringu. Her kom hann á mál í tíðini 3:13.27, men hvørgin av hesum tíðunum rakk til føroyskt met.

Sjálvt um tíðirnar mikudagin vóru góðar, so rakk eingin av teimum báðum føroyingunum eitt pláss í finaluni.

Hósdagin skuldi tey bæði svimja í einari kapping hvør, og í báðum førunum megnaðu tey at seta føroyskt met.

Apolonia Justesen luttók í kappingini 400 m frí, og hon setti nýtt føroyskt met við tíðini 6:32.19. Løtu seinni setti Ragnvaldur eisini føroyskt met á 50 m frí teininum við tíðini 28.51 sekund, men heldur ikki hesa ferð megnaði nakar teirra at koma í finaluna.

Í dag skulu tey bæði aftur taka lut í einari kapping hvør, og sagt verður úr Belgia, at tey hava góðar vónir aftur í dag. Tey vóna, at svimjararnir fara at koma í finaluna í hesum kappingunum, men hetta verður sjálvandi ikki lætt, tí støðið í kappingini er sera høgt.

Sjálvt um svimjararnir bert eru komnir í eina finalu, so hava úrslitini tó verið sera góð hjá svimjarunum. Í teimum níggju kappingunum, sum tey bæði hava tikið lut í, er tað blivið til fimm føroyskt met.