Dysturin millum Føroyar og Írland er júst liðugur, og sum flestum kunnugt endaði tað við einum 4-1 sigri til Írland. Men hetta forðar ikki føroyingum í at hátíðarhalda hendan fótbóltsdag við fleiri veitslum í høvuðsstaðnum.
Í kvøld er nógv stuttligt á skránni í høvuðsstaðnum, har fleiri náttarstøð lata dyrnar upp, og lata fótbóltshugnan koma til sín rætt.
Eitt nú fer Falkenberg at standa fyri tónleikinum í Bassalt í miðbýnum. Og í 11 Cafe & Nightclub fara Bjarni Nielsen & Heri Olsen at jamma alla náttina.
Samstundis verður veitsla í Dansifrøi, har teir víðakendu Eyðun og Terji spæla til dans fram til klokkan 04.00.
Í Rex skipar 12. maður, saman við Rex, fyri einari rimmar veitslu. Til tiltakið er tað Dj Tummix, sum stendur fyri undirhaldinum. Eisini í Rex er opið fram til klokkan 04.00.