Fleiri familjur koma á møtini

- Við at flyta møtini sunnumorgun ein tíma, vónaðu vit at enn fleiri familjur við børnum fóru at koma til møtini, sigur Richard Schwartsson úr samkomuni í Ebenezer.

Í rættiliga nógv ár hevur morgunmøtið í samkomuni byrjað kl. 10. Men sunnudagin 28. januar kom kortini ein broyting í.
Frá hesum degi varð skipanin hon, at morgunmøtið er flutt ein tíma og byrjar nú kl. 11. Hetta er kortini ikki einasta broytingin í samkomuni sunnudagar.
Samstundis við at morgunmøtið við minnismáltíð Harrans er á skránni, verður skipað fyri barnaansing frá kl. 10:45 og ein góðan tíma fram.
Á middegi byrjar so tann vanligi sunnudagsskúlin í samkomuni, har tey fyrst syngja saman eina løtu, áðrenn børnini verða býtt upp í ymiskar flokkar, m.a. eftir aldri.
Við hesi nýggju skipanini sleppur ein undan at familjurnar verða skildar sundur: Nú kunnu foreldrini fara á morgunmøtið, samstundis sum tey vita at børnini eru til barnaansing.
Hava børnini so haraftrat hug at fara í sunnudagsskúla kl. 12, meðan foreldrini fara víðari at lurta eftir taluni, ja, so er tann møguleikin eisini til staðar hjá teirri einstaku familjuni.
- Vit hava nú roynt hesa skipanina í tveir sunnudagar, og kunnu bara staðfesta, at væl fleiri barnafamiljur hava verið á morgunmøtunum.
- Og tað júst ætlan okkara, staðfestir Richard Schwartsson.