Fleiri familjur við trimum børnum

Í mong ár hava hjún og sambúgvar í Danmark valt at fáa sær tvey børn, men hagtøl vísa, at tey seinastu árini hava støðugt fleiri valt at fáa sær trý børn. Kristeligt Dagblad skrivar, at í 2005 vóru 88.394 familjur við trimum børnum, men at hetta tal var komið upp á 102.758 í fjør. Vøksturin er 16 prosent.

-Vit rokna við, at í dag hevur fimta hvør familjua trý børn, sigur Mai Heidi Olsen, granskari, við blaðið. Hon sigur, at tað eru serliga fólk av fremmandum uppruna og fólk við góðari útbúgving og góðum arbeiði.

Tað hevur leingi verið so, at fólk av fremmandum uppruna hava fngið fleiri børn enn onnur fólk í Danmark, men tann myndin er broytt, sigur Mai Heidi Olsen. Hagtølini vísa eisini, at talið á familjum við fimm børnum ella fleiri er minkað tey seinnu árini.