Landsrætturin hevur staðfest at internetveitarar ikki hava skyldu at siga løgregluni frá, hvør tekur ólógligar fílar niður av netinum.
Filmsvinnan hevur seinastu árini ført eitt hart stríð móti teimum, sum leggja filmar út á netið ólógliga og teimum, sum síðani hyggja eftir hesum ólógligu filmunum.
Filmsfeløgini hava, saman við løgregluni, heitt á internetveitarar um at upplýsa fyri sær, hvør hyggur eftir filmum ólógliga á netinum, og síðani hava hesi fingið bót ella eru vorðin stevnd.
Men ein dómur í Eystara Landsrætti kann broyta alt hetta, heldur danski sakførarin Jeppe Brogaard Clausen, sum umboðar filmsvinnuna í sakarmálinum.
Eystari Landsrættur slerdi fast, at telefyritøkurnar Telenor og Telia ikki skulu frígeva upplýsingar um kundar, sum rættindahavararnir hava undir illgruna fyri at taka filmar og seriur niður av netinum ólógliga.
- Hetta er ein sorgardagur fyri filmsvinnuna og rættindahavarar yvirhøvur. Dómurin tekur okkum eisini á bóli samanborið við tað siðvenju, sum annars hevur verið á økinum, sigur Jeppe Brogaard Clausen.
Hann væntar, at mongdin av ólógliga niðurtiknum tilfari fer at veksa.
- Frá 2016 til 2017 øktiskt mongdin av ólógliga downloadum tilfari við 67 prosentum, og hesin vøksturin fer valla at minka aftur, sigur Jeppe Brogaard Clausen, sum er partnari í advokatfyritøkuni Njord.
Njord hevur, sum umboð fyri filmsvinnuna, sent brøv til danskarar, sum eru undir illgruna fyri at hava tikið filmar niður ólógliga.
Tey, sum hava fingið brøvini, fáa at vita, at tey kunnu rinda eina bót – vanliga millum 2.000 og 4.000 krónur – fyri at enda málið.
Advokatfelagið hevur fingið fatur á fólkini gjøgnum ip-adressurnar, sum internetveitararnir hava givið teimum. Tá veitararnir nú ikki longur hava skyldu at geva teimum hesar ip-adressurnar, merkir tað væntandi, at Njord ikki longur fer at senda sovorðin brøv, metir Jeppe Brogaard Clausen.
- Vit gera, sum okkara kundar biða okkum. Tað sigur seg sjálvt, at uttan hesa vitan (ip-adressurnar, red.) kunnu vit ikki arbeiða á sama hátt sum áður.
- Tíbetur eru eisini aðrir mátar at takla hendan trupulleikan, og teir mugu vit so nýta, sigur hann.
Jeppe Brogaard Clausen sigur, at rættindahavararnir nú fara at kanna, um málið eigur at leggjast fyri Hægstarætt.
/ritzau/