Liverpool var tað einasta av stórfeløgunum í bestu eingilsku deildini, sum megnaði fulla úrtøku í dag. Tíðliga seinnapartin tapti Manchester United 1-0 á heimavølli ímóti Newcastle, sum fyri fystu ferð í 41 ár fór av Old Trafford við øllum stigunum.
Í dag skoraði Luiz Suarez bara eina ferð, men kortini vann Liverpool 4-1 á heimavølli ímóti West Ham, sum minkaði um munin til 2-1, tá ið Liverpool verjuspælarin, Martin Skrtel var so óheppin at gera sjálvmál. Eisini tvey av Liverpool málunum vóru sjálvmál.
Liverpool sigurin gjørdist eyka søtur, tá ið hvørki Chelsea ella Manchester City megnaðu fulla úrtøku. Í grannauppgerðini í høvuðsstaðnum tapti Chelsea 3-2 á útivølli ímóti Stoke, sum skoraði sigursmálið í evstu løtu.
Hjá Manchester City gekk tað fyrstu løtuna soleiðis, sum tað varð roknað við. Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið City legði seg framum á útivølli ímóti Southampton, men tríggjar minuttir undan steðginum javnaði heimaliðið. 2. hálvleikur var málleysur, og harvið endaði tað 1-1.
Í morgin hevur Arsenal á heimavølli ímóti Everton møguleika at styrkja um sína støðu í toppinum. Í kvøld hevur Tottenham møguleika at lyfta seg fram ímóti teimum bestu, tá ið Spurs vitjar botnliðið Sunderland.
Í dag
Manchester United-Newcastle 0-1
Crystal Palace-Cardiff 2-0
Liverpool-West Ham 4-1
Southampton-Mancester City 1-1
Stoke-Chelsea 3-2
West Bromwich Albion-Norwich 0-2
Sunderland-Tottenham kl. 17.30
Í morgin
Fulham-Aston Villa kl. 13.30
Arsenal-Everton kl. 16.00